Fáur fær tráðin heilt slættan
Í hesum triðja bindinum fær Sólrún bundið allar teir leysu træðrirnar saman og lýst, hvussu høvuðspersónurin fótar sær. Undirtónin av nýggjum politiskum hugsjónum hoyrist eisini.
Men nógv er at koma til sættis við.
Hvat við loyndarmálunum, hon ber inni við seg sjálva?
Fer Tórður nakrantíð at kenna sítt upphav?
– Mamma. Hvønn av tínum monnum hevur tú verið best við?
Tey hava sitið tigandi og fingið sær morgunmat, tá ið Tórur knappliga spyr um hetta. Helena verður eitt sindur illa við.
Hvat var hatta fyri spurningur at koma við?
– Hví spyrst tú um hatta, Tórur?
– Jú, tí nú hevur tú havt tríggjar menn, svarar drongurin.
– Eg haldi, at mamma hevur verið best við pápa, sigur Mortan og bítur í breyðbitan, hann hevur í hondini.
– Nei. Eg haldi, at hon er betri við Andrias enn við pápa, tí mamma er nógv glaðari, tá ið hon er saman við honum, enn hon var, tá ið hon var saman við pápa, svarar Tórur.
Helena situr og fær ikki orðið upp.
– Nei. Tað er hon ikki. Ert tú tað, mamma? Betri við Andrias? spyr Mortan grátkomin.
Áðrenn Helena fær svarað, sigur Tórur álvarsamur:
– Nei. Eg haldi, at hon hevur verið allarbest við fyrsta pápa mín. Hann, sum var rættiligi pápi mín. Hann, sum doyði, áðrenn eg var føddur. Um hann ikki doyði, so hevði hann eisini verið pápi tín, Mortan.
---
Sólrún Michelsen á Bókadøgunum 2021.