Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Hjalmar Söderberg
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-425-6
Útgávudagfesting: 24. juni 2021

Álvarsama spælið

Hjalmar Söderberg

Tá ið skaldsøgan Álvarsama spælið fylti 100 ár í 2012, skrivaði navnframi rithøvundurin Henning Mankell hugleiðing um bókina undir yvirskriftini ”En av de allra yppersta”. 

”Hjá mær er eingin ivi um, at hetta er ein av teimum stórfingnastu ástarskaldsøgunum, ið skrivaðar eru á svenskum máli. Vit kunnu eisini siga, at við hesari skaldsøguni kom nýtíðin inn í svenskar bókmentir.

Skaldsøgan snýr seg um Arvid Stjärnblom og viðurskifti hansara við tvær kvinnur, Lýdiu Stille og Dagmar Randel. Skaldsøgan fer fram í eini 15 ár, frá sumrinum 1897 til heystið 1912. Søgan endar nakrar mánaðir eftir tað, at Summarolympiadan í Stokkhólmi er av.

Lýdia og Arvid eru ung, tá ið tey av tilvild møtast á sumri 1897. Meðan Lýdia møtir Arvidi, uttan at tann stóri ástareldurin geisar beinan vegin, kennir Arvid á sær, at okkurt avgerandi er um at henda í lívi sínum. Hjá honum er tó tann stóri spurningurin, um hann ikki er ov ungur og óroyndur til at binda seg? 

Tey glíða hvørt frá øðrum. Lýdia giftist við einum eldri manni. Arvid møtir einari aðrari kvinnu, sum hann giftist við. Hjúnalag teirra verður brátt vani og endurtøka. Tann ástarrúsurin, Arvid einaferð upplivdi saman við Lýdiu, er bara ein kám lognbrá. 

Árini ganga. Í 1907 renna Lýdia og Arvid seg í hvørt annað aftur av tilvild. Tey sita undir liðini á hvør øðrum í operuni. Og nú kunnu tey brádliga sameinast í tí ástareldi, sum tey ongantíð frammanundan fullførdu. Men trupulleikarnir enda ikki. Brádliga frættir Arvid, at Lýdia fjasast við ein av starvsfeløgum hansara á blaðnum, har hann arbeiðir. Arvid ásannar, at ástarband teirra fer altíð at vera hótt og harvið at enda ógjørligt.

Álvarsama spælið er komin í nýggjum uppløgum á ymsum tungumálum, nýliga kom bókin út av nýggjum á donskum, norskum og týskum, og fyri fimm árum síðan leikstjórnaði Pernille August, tá ið bókin varð gjørd til film.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 348,00
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Hjalmar Söderberg

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00
Upplesarin
348,00
Dreymsótt
348,00