Raðfest vørur

Rasmus Rasmussen

Rasmus Rasmussen - Regin í Líð - var føddur í Miðvági í 1871 - doyði í 1962. Utbúgving fekk hann á Vallekilde og Askov háskúlum í tíðarskeiðinum 1892-98, og á Danmarkar læraraháskúla í 1898-99. Í 1899 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við Símuni av Skarði, Føroya fólkaháskúla, sum hann undirvísti á í 48 ár, til hann legði frá sær í 1947. Í 1907 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við A.C. Evensen og Anton Degn Hitt føroyska bókmentafelagið, sum í nøkur ár gav út føroyskar bøkur. 

Bábelstornið er fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli. Hon kom út sum bók í 1909.

Avrik Rasmus Rasmussen

Sær er siður á landi
298,00
Útseld
Bábelstornið
188,00