Raðfest vørur

Heðin Brú

Hann er borin í heim í Skálavík í 1901. Í hesi fyrndar bóndabygd vaks hann upp og seyg í seg gamla mentan, gjørdist kunnugur við dagliga gerandisstrevið og sat hugtikin undir hvørjum orði, tá skilafólk greiddi frá søgu og søgn. 

Skúli var í bygdini, men minni mundi tað muna, tað ið lært var har, enn tað ið lært varð av sjálvari bygdasamveruni, dagliga arbeiðnum og skilaprátinum … tá hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór hann til skips. Hugurin stóð ikki til sjólívið, heldur til at læra okkurt. Hann leitaði fyrst veturin 1919/20 á Føroya fólkaháskúla; fekk væl burturúr lærdómsliga og fekk lisið ein hóp og leitaði haðani 20 ára gamal á landbúnaðarskúla í Danmark. Aftaná arbeiddi hann á ymsum gørðum í Danmark og fór í 1925 á Landbohøjskolen í Keypmannahavn, haðan hann í 1928 tók prógv sum búnaðarfrøðingur. Heilt frá ungum av hevði hann roynt at seta saman bæði í yrkinga- og søgusniði; men tað var í Keypmannahavnartíðini, at fyrsta skaldsøgan varð til. Heimafturkomin kom hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, frá 1942 sum landbúnaðarráðgevi. – Í frítíðum og fríløtum skrivaði hann. Lívsstarvið kom at hava avberan týdning fyri ítrivið, skrivingina. Í embætisørindum kom hann at vitja allar bygdir landsins; hann skifti tá orð við mong fróðarfólk, sat undir øllum frásøgnum og gáaði væl eftir, hvussu tey málbóru seg.

Tá ið Heðin Brú vegna aldur legði starvið frá sær, helt hann fram við skapandi skaldsøgu- og stuttsøguskriving og fekk nú eisini stundir til at týða ein hóp og at skriva endurminningar.

Árni Dahl. Føroysk bókmentasøga II

Avrik Heðin Brú

Leikum fagurt
248,00
Útseld
Stuttsøgur - Heðin Brú
249,00
Útseld
Fastatøkur
149,00
Feðgar á ferð
149,00
Útseld
Lognbrá
149,00