Helgi Rasmussen
Helgi Rasmussen (1961) er cand. psych. aut. við organisasjóns- og vinnulívssálarfrøði sum sergrein. Eigur fyritøkuna HR -Psykologi.
Hevur arbeitt í Habiliterings-tjenesten Kristianssand, Noregi, sum ráðgevi hjá kommunum í sambandi við menniskju, sum bera brek, og arbeitt á Nørbygård, sum er viðgerðarstovnur fyri alkohol- og evnismisnýtarar í Hanstholm, Danmark.
Í 20 ár hevur hann arbeitt við leiðslumenning og organisasjónsmenning. Millum samstarvspartnarar hava verið COK, NPR Erhvervspsykologer og Proces.
Bæði á leiðslumenningarskeiðinum ‘Kommunal ledelse’ og á skeiðinum ‘Professionelt Lederskab’, vóru leiðarar, sum høvdu mong ár á baki.
Á privata marknaðinum skipaði HR-Psykologi fyri „Praktisk Ledertræning“ við leiðarum frá KAB, Radiometer, Haldor Topsø, Tele Danmark o.ø.
Helgi Rasmussen hevur øll árini arbeitt í Føroyum við serligum denti á organisasjóns-, samskiftis- og leiðslumenning serliga í kommunalari og almennari umsiting.
Nú arbeiðir hann við at menna organisasjónir og leiðslur í Føroyum, Danmark og Grønlandi.