Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á?
Leiðari stendur javnan einsamallur, tá ið harðast leikar á.
Hvussu ber tað til?
Er nakar, ið hann kann halla seg at?
Hvussu kann leiðarin fara væl við sær sjálvum í starvinum?
Hendan bókin er ætlað teimum, sum dagliga virka sum leiðarar á privatum virkjum, stovnum hjá tí almenna og kommunum, og teimum, sum hava áhug fyri leiðslu, næmingum á miðnámi og Setrinum og sjálvandi teimum, sum ætla at gerast leiðarar, ella sum hugsa um at siga upp, tí tað er ov strævið at vera leiðari.
Meðan henda bók verður skrivað, er tað hent, at ein aðalstjóri er sendur til hús vegna illgruna um falsan og skeiva kunning. Hesin aðalstjórin hevur sera avmarkaðar møguleikar at verja seg. Hevur tú bara eitt sindur av mentaliseringsevnum, er lætt at skilja, hvat hetta ger við leiðaran sum menniskja.
Er leiðari tað seinasta loyvda happofrið í okkara samfelag?
Leg, hugsa og ger tær tínar egnu tankar.