Raðfest vørur

Kjell Askildsen

Kjell Askildsen (f. 1929) telist millum mætastu stuttsøguhøvundar í norskum bókmentum. Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg við stuttsøgusavninum Heretter følger jeg deg helt hjem í 1953. Bókmentadómarar góvu bókini stak góða móttøku, men nógvir lesarar hildu innihaldið vera ósiðiligt. 

Ikki fyrr enn í 80-árunum rakk Askild­sen út til eina størri lesarafjøld – við stutt­søgu­søvn­un­um Thomas F’s siste nedtegn­elser til almenheten og En plutselig frigjørende tanke. Á sumri í 2006 útnevndi Dagbladet í Oslo Thomas F’s siste nedtegn­elser til almenheten til bestu norsku bók, ið komin var út seinastu 25 árini.

Askildsen hevur fingið fleiri virðismiklar viður­kenningar og heiðurslønir, eitt nú norska Kritikerprisen (tvær ferðir), Svenska Akademiens Nordiska pris, Aschehougpris­en, Doublougprisen og Brag­es heders­pris. 

Bøkur hansara eru týdd­ar til fleiri enn 20 tungumál.

Avrik Kjell Askildsen

Tær bestu
248,00