Raðfest vørur

Kristin Vestergaard

Orsøkin til, at eg gjørdi av at skriva hesa bók, stavar frá ungum árum. Pápi mín var við trolara, og túrarnir vóru langir, 4 mánaðir var ikki óvanligt. So aftan á skúlatíð var eg altíð inni hjá abba annaðhvørt við hús ella á seglloftinum. Soleiðis kom eg rættiliga nær honum frá heilt ungum árum. Hann spurdi um skúla og vildi vita, hvussu gekst. Viðhvørt kundi hann siga okkurt, eg ikki beinleiðis skilti, og onkuntíð kvæð hann okkurt, sum eg heldur ikki skilti. Eldri eg verði, forvitnari verði eg eisini. Vit høvdu ikki sjónvarp, Ipad og telefon, so tað var tað, eg hoyrdi og sá, og so bókasavnið

Hetta lítla íkast til mentanararv okkara er ein samanrenning av skaldskapi gjøgnum fleiri ættarlið, sjómansavrikum og lívgevandi vísdómsorðum, sum eru meira lík heimsspekini. Ov lítið er varðveitt frá Poul á Miðgerði, Poul Johannis á Miðgerði og Kristin á Øgrum. Tað, sum er varðveitt frá Poul á Miðgerði, er bert Helmingstátturin og onkrar hendingar, stutt ørindi og smáar søgur, sum Kristin á Øgrum og Elspa Vestergaard mintust. Tað eru væl fleiri enn tær, her eru nevndar, men óvissa er um endurgevingarnar.

Poul Johannis á Miðgerði er eitt gloymt táttaskald, og tættir hansara koma óvart á mong mentafólk. Hvussu kundi ein ólærdur maður í einum av heimsins minstu tjóðum yrkja tættir, ið hava eitt serligt orðalag og stíl, tí hann hevði onki samanberingargrundarlag?

Tað verður áhugavert at síggja, hvussu Poul Johannis á Øgrum verður mettur, nú fleiri av táttum hansara eru til skjals. 

Avrik Kristin Vestergaard

Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
348,00