Roberto Bolaño
Roberto Bolaño, 1953-2003 vaks upp í Chile, men flutti sum 15 ára gamal til Meksiko. Í 1973 var hann staddur í Chile, tá ið herurin við Pinochet á odda tók valdið í landinum. Í 1977 flutti hann til Spania, har hann búði, til hann andaðist, 50 ára gamal.
Verk eftir Bolaño koma framvegis í ljósmála, og áhugin fyri honum er vaksandi. Hann verður roknaður sum ein av týdningarmestu rithøvundunum í spansktmæltum bókmentum.