Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Roberto Bolaño
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Chile
Týðari: Marianna Hoydal
Kápusnið: Bárður Oskarsson
ISBN: 978-99972-1-596-3
Útgávudagfesting: 12. august 2025

Skitsa til Lalo Cura

Roberto Bolaño

„Eg havi latið eyguni upp í myrkrinum. Ómetaliga spakuliga læt eg eyguni upp í bølaniðuni, og tað einasta eg sá, ella ímyndaði mær, var hetta navnið: Los Empalados, lýsandi sum ein leiðarstjørna.“

Í hesum stuttsøgusavninum, ið var tað seinasta, sum Bolaño gav út, meðan hann livdi, eru 12 ógvuliga ymiskar søgur. Í stíli fevna tær víða, men huglagið er ofta gátuført og dapurt. Rithøvundurin granskar evni sum harðskap, ótta, útlegd og einsemi. Ófrættakenda huglagið verður tó kryddað við krunkasvørtum skemti og einari ironiskari frástøðu, ið er eyðkend fyri Bolaño. Eitt annað høvuðsevni í savninum er skaldskapurin sjálvur. Skaldskapur tykist fyri Bolaño at vera ein ógvuliga ítøkiligur spurningur um Roberto Bolaño, 1953-2003 vaks lív ella deyða.

Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Roberto Bolaño

Roberto Bolaño, 1953-2003 vaks upp í Chile, men flutti sum 15 ára gamal til Meksiko. Í 1973 var hann staddur í Chile, tá ið herurin við Pinochet á odda tók valdið í landinum. Í 1977 flutti hann til Spania, har hann búði, til hann andaðist, 50 ára gamal.

Verk eftir Bolaño koma framvegis í ljósmála, og áhugin fyri honum er vaksandi. Hann verður roknaður sum ein av týdningarmestu rithøvundunum í spansktmæltum bókmentum.

Aðrar bøkur Roberto Bolaño

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Søgur úr Latínamerika
298,00
7 søgur
298,00
Upp eftir enda
298,00
Tíðarhylkið
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Kvøl
148,00
Millum vinir
198,00