Skal BØUR nú nevnast BØ?
8. desember 2010 frættust tíðindi frá STAÐANAVNANEVNDINI, at nakrar føroyskar bygdir alment skulu skifta navn: Skáli eitur nú Skála, Lambi eitur nú Lamba, og onnur dømi vórðu eisini nevnd. Ein gjánkaligur formaður í nevndini greiddi í útvarpinum frá, at hetta varð gjørt eftir ynski frá ”lokalum myndugleikum”, sum hann málbar seg. Henda útsøgn tekur heilt støðið undan nevnd sum hesari.
Skulu "lokalir" myndugleikar hvør í sínum lagi gera av, hvussu hvørfalssniðið av einum staðanavni er, so er óneyðugt at hava eina staðarnavnanevnd. Hon átti tá
at verið strikað - og tær krónurnar, sum verða latnar fyri nevndararbeiði, spardar.
Ein grundgeving fyri at broyta nøvnini er, at hvørfalssniðini ikki koma fyri uttan á kortum og teimum skeltum, sum Landsverk setur upp.
Men hetta kann sigast um øll føroysk bygdarnøvn.
Vit brúka hvønnfall, tá ið vit t.d. tala um bygdina:
Vit tala um Lamba, um Skála, um Bø, um Kollafjørð, um Miðvág.
Vit brúka hvørjumfall, tá ið vit t.d. siga frá, hvar vit eru stødd:
Eg eri staddur í Lamba, á Skála, í Bø, í Kollafirði, í Miðvági
Vit brúka hvørsfall, tá ið vit t.d. siga frá, at vit fara til ávísa bygd:
Eg fari til Lamba, inn/út á Skála, til Bíggjar, til Kollafjarðar, til Miðvágs.
Skulu ráðini frá STAÐANAVNANEVNDINI verða fylgd, so mugu at kalla allar føroyskar bygdir skifta navn:
Hvørfalssniðið KIRKJA verður t.d. sjáldan nýtt í sambandi við bygdarnavnið. Um nú Fugloyar bygdaráð skrivar til STAÐANAVNANEVNDINA og ber fram ynski um at skifta navnið á bygdini til KIRKJU, so man vera leyst og liðugt sambært formanninum.
Og so kunnu vit halda fram:
Allar bygdir, ið enda við fjørður, mugu skifta navn, so tær enda við -fjørð.
Allar bygdir, ið enda við vágur, mugu skifta navn, so tær enda við -vág.
Allar bygdir, ið enda við dalur, mugu skifta navn, so tær enda við -dal.
Og Bøur má, sambært tí skilvísi sum STAÐANAVNANEVNDIN alment ber fram, skifta navn til Bø.
Tað er ófatiligt, at útbúnir málfrøðingar í 2010 skulu skapa eina slíka fløkju.
Og nú kunnu vit eygleiðarar seta okkum at bíða, til Klaksvíkar býráð sendir STAÐANAVNANEVNDINI umsókn um at broyta býarheitið Klaksvík til KLAX.
Sambært formanninum í nevndini er hetta bara ein avgreiðsluspurningur.