Ein annar er gull
Sólrún er komin við einum meistaraligum framhaldi av Ein táttur er silvur, sum endaði við, at øll hildu, at hon nú oman á allan sorgarleikin sat einkja.
Men lívið legnaði seg øðrvísi. Maðurin kemur aftur, men er broyttur. Spenningarnir eru ógvisligari í hesari bókini, og duldi kærleikin, sum hevur dukað undir húðini, liggur nú berkaður sum ein ber nerv, tú ikki mást nema við. Og kærleikin fær hana at gera tað óhugsandi.
Sólrún hevur ongantíð skrivað betur enn hesa ferð …