Ljóðbók ella pappírsbók?
Ymist er, um okkara viðskiftafólk vilja hava ljóðbók ella pappírsbók. Tí fara vit javnan nú at gera okkara nýggju bøkur í tveimum útgávum: pappíri og ljóði.
Tann seinasta ljóðbókin, ið lisin varð inn, var Hvør drap bambi?. Tvær tær næstu, ið koma á marknaðin, eru hesar:
- Fáur fær tráðin heilt slættan eftir Sólrúna Michelsen ella alt tríverkið eftir Sólrúna, sum ber heitið Nornan spinnur.
- Tollakur hjá Ingibjørg eftir Tore Renberg.
Pappírsbókin hoyrir framvegis til tann djúpa stólin og náttlýsisglæmuna í seingini.
Ljóðbókin gevur sama frælsi, sum útvarpið gevur forvitnum fólkum. Tú gert alt tað, tú skalt og mást gera, og hevur bókina rungandi í oyrunum samstundis. Tú kanst kryvja, spula, sláa, binda, leggja fyri seyðin - meðan bókin elegant smýgur sær ígjøgnum oyralustina.
Her sært tú allar ljóðbøkurnar hjá Sprotanum, sum eru á MOFIBO
Her sært tú allar pappírsbøkurnar, sum Sprotin hevur givið út