Vit eru musikantar
At undirvísa í tónleiki er heimsins besta arbeiði!
Akkordeonið hevur verið mín fylgisneyti, líka síðan eg fór í skúla. Tað var omma mín, sum segði: „Tú skalt læra teg at spæla eitt ljóðføri! Hví ikki akkordeon?“
Eftir akkordeonskúla í Eckernförde í Týsklandi fór eg á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, har eg tók útbúgving sum tónleikari, lærari og solistur.
Stutt eftir debutkonsertina flutti eg til Føroya, tí eg hevði fingið arbeiði her sum akkordeonlærari. Umframt at undirvísa dámar mær sera væl at spæla sjálv, bæði fólkatónleik, klassiskan tónleik, kamartónleik og klezmer-balkan-gypsy tónleik. Eisini havi eg verið solistur saman við Føroya Symfoniorkestri.
Tú kanst hava gleði av tónleiki alt lívið, og tað gleðir meg at síggja tónleikin glógva í eygunum á mínum næmingum.