Bók um sorg (Søgan um Nils í Skóginum)
Tað var ógjørligt at týða eyguni í mammu, tað kvøtti at kalla ikki úr henni.
Tað fyrsta, ið beiggi mín Mik segði: Hetta var tað, vit óttaðust, vit vistu, at hetta kundi henda. Hann segði tað einfalt og greitt, einki kløkkur, og pápi nikkaði, hann var samdur. Mik segði okkurt, hann kendi seg aftur í, øll á sín hátt samd, sum um vit øll onkursvegna høvdu fyrireikað okkum ella hugsað tað áður, tankin hevði nomið okkum øll, og eisini Nils sjálvandi. Helst fyri langari tíð síðan. Tá ið hann búði í skóginum, ella kanska tær fyrstu ferðirnar, hann varð innlagdur.
Vit høvdu kanska hugsað tá, at hesin drongurin verður ikki gamal, hann fer ongantíð at fáa børn, gifta seg, keypa hús og bil.
---
Ein bróðir doyr, og Bók um sorg (Søgan um Nils í skóginum) er søgan um familjuna, ið situr eftir. Um eina mammu, sum bara grætur, um ein pápa, ið ikki er til staðar, um systkin, ið royna at skilja. Skaranger skrivar rátt og nemandi um at bjarga lívi og ábyrgd. Hon skrivar um ørkymlan og øði, men eisini um kærleika, vón og ljósið, ið er.