Havbókin
Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn.
Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga.
Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, tosa um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt.
Men kortini mest um hákellingina.
Leivdin frá fornari tíð, sum kann gerast fleiri hundrað ára gomul, kann viga eitt tons, við eygum, ið eru full av sníkum, sum fáa tey at loga grøn i myrkrinum, sum hevur so eitrað kjøt, at menn verða hávafullir, eta teir av tí.
Bókin verður hámett sum ein tann allarbesta norska sakprosabókin.