Viðareiði - Slóðirnar og minnið
Beinagrindin í bókaverkinum er gjøgnumgongd av staðarnøvnum í bygdini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Danial sigur frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at støðunum.
Tey fyrstu barnaárini búði høvundurin í býlinginum í Fodlendi inni hjá abbanum og ommuni, sum vóru ættað úr teimum báðum bóndahúsunum í Fodlendi, Miðstovuni og Uppistovu. Har andaði av søgu, og Danial vaks upp millum fólk, sum høvdu serstakliga stóran áhuga fyri tí søguliga.
Viðareiði var ein rættiliga avbyrgd bygd, og Danial fekk um endan á eini fornari mentan, sum meira og minni hvarv miðskeiðis í farnu øld. Danial er føddur mitt undir seinna heimsbardaga. Tey gomlu, ið hann sum smádrongur hoyrdi siga frá, høvdu sjálv livað í teirri stóru broytingartíð, sum tók seg upp, eftir at einahandilin og bátsbandið vórðu tikin av.
Sjálvur var Danial ungur í broytingartíðini eftir seinna heimsbardaga, meðan viðingar enn skóru torv inni í Dølum og róðu út úr Eiðsvík.