Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Sólrún Michelsen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Edward Fuglø
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 9978-99972-1-451-5
Útgávudagfesting: 6. desember 2021
Síður: 776

Nornan spinnur

Sólrún Michelsen
NORNAN SPINNUR er felagsheiti á hesum trimum bókunum: "Ein táttur er silvur", "Ein annar er gull" og "Fáur fær tráðin heilt slættan".

Ein syrgiligur tilburður setur gongd á tríbindaverkið.

Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan.
Sorgin verður tagd burtur.
Pápin giftist uppaftur.
Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum.

Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldaskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar.

Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin stendur út í heim.
Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr.
Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini.

Vit fylgja hesari gentuni, hvussu lívið lagar seg hjá henni, og hvussu hon fótar sær. Hetta er ein eym og kenslurík lagnusøga.

Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð í Føroyum.

Vanligur prísur
kr. 398,00
Klubbaprísur
kr. 318,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen er fødd í 1948 og uppvaksin á Argjum. Hevur arbeitt sum stjóri í handilsfyritøku í mong ár.
 
Hon byrjaði við at skriva barnabøkur. Fyrsta bókin kom út í 1994. Síðan tá eru útkomnar fimm barna- og ungdómsbøkur, harav tvær fantasybøkur. 
 
Av bókum til vaksin kom Tema við slankum út í 2007, Í opnu hurðini yrkingasavn í  2009, Rottan stuttsøgusavn í 2011. Harumframt hevur hon skrivað tekst til ólavsøkukantatur og stuttsøgur til tíðarrit sum Birting, Vencil og Mína jólabók. 
 
Sólrún hevur fingið Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2002. 
 
Hon fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Tema við slankum 2008.

Aðrar bøkur Sólrún Michelsen

Nýggj
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00
Ein annar er gull
348,00
Ein táttur er silvur
298,00
Morgunfrúa
198,00
Ein farri av fráferð
198,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Tollakur hjá Ingibjørg
348,00
Nýggj
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00
Havbókin
298,00
Vatn er ein vátur logi
348,00
Hvør drap bambi?
348,00
Á Brekkubø
348,00