Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jákup Reinert Hansen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-439-3
Útgávudagfesting: 15. februar 2022

Góður gamal kristindómur

Jákup Reinert Hansen

Henda lítla bók er eitt úrval av fyrilestrum, Jákup Reinert Hansen hevur hildið, eftir at hann kom í starv sum lektari ­í kirkjusøgu á Fróðskaparsetr­inum. 

Í mun til vísindaligar greinar hevur tann fólksligi fyrilest­urin bæði fyrimunir og vansar. Fyrilesturin hevur t.d. ikki tilvísingar uttan tær, sum so hissini koma fyri í sjálvari framførsluni, og fáur fregnast eftir keldunum, tá ið liðugt er. 

Í fyrilestrinum kann vera ­neyðugt at seta evnið inn í størri høpi, enn greinin loyvir, fyri at áhoyrarin skal kenna seg ­heima og fáa fulla úrtøku burtur úr søguni, sum søgd verður. Hinvegin ger tann, ið ­heldur fyrilestur, sjálvur av, hvat verður tikið við, og hvussu tað verður orðað.  

Nøgd
Prísur
kr. 248,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Jákup Reinert Hansen

Føddur í Reykjavík 1955.

Føroya Studentaskúli: Nýmálsligt students­prógv 1974.

Aarhus Universitet: Cand. theol. 1982, ph.d. 2004.

Sóknarprestur í Sandoyar presta­gjaldi 1982-2014.

Lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya, Søgu- og Samfelagsdeildini, 2014, við ábyrgd av Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika.

Luttikið á ráðstevnum og í altjóða gransk­ingarverkætlanum.

Skrivað hópin av greinum, m.a. í vísindaligum bókum og tíðarritum.

Viðger í síni gransking prædikur, sálm­ar, ritual og lógartekstir eins væl og gomul handskrivað skjøl.

Sigur fegin frá síni gransking í undirvísing, fyrilestrum og útvarpssendingum.

Aðrar bøkur Jákup Reinert Hansen

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Dropar
348,00
Vilji er lekjandi máttur
348,00
Veðursjúka 2
238,00
Hvítleiki
198,00
Tær góvu lív
348,00
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
696,00