Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Niviaq Korneliussen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Greenland
Týðari: Vagnur Streymoy
Kápusnið: Edward Fuglø
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-462-1
Útgávudagfesting: 15. mars 2022

Blómudalurin

Niviaq Korneliussen

Í Grønlandi hevur verið tos­að um so nógv sjálvmorð millum ung, at tað líkist einari umfarssótt. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær. ‘Blómudalurin’ sigur søguna um, hvussu tað er at liva í øllum deyðanum, sum ávirkar øll, men sum eingin tosar um. Sjálvmorð er næstan vorðin ein ótol­andi norm­al­itetur, sum eingin hev­ur ábyrgd av. Familj­urnar megna ikki at tosa um tað, og eingin hjálp er í nakr­­ari almennari skipan.

Hvat er navn mítt …
Eg havi einki navn …
Eg eri bara eitt tal …

Hon upplivdi fyrsta sjálvmorðið, tá ið hon var trett­an. Hon vil verða grivin millum høgu fjøllini í Tasii­laq, har gravirnar við ongum navni í Blómudalin­um eru fjaldar undir bláum, blóðreyðum og ljósa­reyðum plastik­blóm­­um, sum rópa úr hvíta kavanum.

Hon hevur ­unnustu, sum hon elskar. Hon hevur fam­­ilju, ið hevur um­sorg­an fyri henni. Hon er sloppin inn á universitetið í ­Áarósa. Heim­­ur­in stendur opin, men einki kennist rætt, og so við og við fer heimurin at treingj­ast um hana. 

Og niðurteljingin byrjar …

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Niviaq Korneliussen

Niviaq Korneliussen varð fødd í ­Nanortalik tann 27. januar 1990. 

Hon hevur lisið bæði ­sam­­felags­vísindi og sálarfrøði.

Í 2014 gjørdi hon hol í sjógv við skaldsøguni HOMO sapienne. Bókin var so væl fangað, at hon varð ummæld í so mætum bløðum sum The New Yorker og Le Monde.

Við Blómudalinum vann hon bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021.

Aðrar bøkur Niviaq Korneliussen

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00