Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Eva Furseth
Bólkur/ar: Átrúnaður og list
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Jón Sonni Jensen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-490-4

Spor, ið verða til - Nýggjur føroyskur grafikkur

Eva Furseth

Framsýningin Spor, ið verða til – Nýggjur føroyskur grafikkur tekur eitt fet aftrat, tá ið hugsað verður um siðbundnan grafiskan teknikk, við at leggja verkini fram í einum víðkaðum grafiskum geira. Her er ikki bara siðbundin grafikkur gjørdur á maskinu, men eisini verk gjørd í hond ella talgild. Verkini hava tað í felag, at tey eru grafisk í sínum úttrykki, ella at tey á ymsan hátt standa á herðunum á tí grafisku siðvenjuni. Annaðhvørt sum litur, tilfar ella stílur. Á frískligan hátt spreingja vit soleiðis karmarnar um okkara siðbundnu áskoðan á grafiska miðilin.

Tey listafólkini, sum umboðað eru á framsýningini, arbeiða øll yrkisliga við myndlist, høgglist, installasjónum, rúmprýðingum ella grafikki í dagliga yrkinum, sum merkir, at tey øll hava hugsað um, hvørjar menningarmøguleikar teirra verk hava í teimum innsendu verkunum. Fleiri av listafólkunum hava harumframt verið við til at stovna verkstaðir og feløg, har eksperimenterað hevur verið við tøkni. Teirra førningur er eisini stórfingnar grafiskar prýðingar á landsins skúlum og virkjum. Listafólkini, ið sýna fram, eru: Jóna Rasmussen, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir, Jón Sonni Jensen, Kári Svensson, Rannvá Mortensen, Jana Jonhardsdóttir og Bárður Dal Christiansen.

Bókin er á føroyskum, donskum og enskum.

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Eva Furseth

Aðrar bøkur Átrúnaður og list

Jóannis Kristiansen (føroysk-ensk útgáva)
598,00
Jóannis Kristiansen (donsk-týsk útgáva)
598,00
Lív leirvíksmálarans í episkari frásøgn
248,00
FRITS
298,00
Míni leikapetti
298,00
Gud fyri skotum
248,00