Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jón Kalman Stefánsson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-496-6
Útgávudagfesting: 15. november 2022

Himmal og helviti

Jón Kalman Stefánsson

Í verkinum verður lesarin drigin inn í lítla útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan, har treystir menn leggja til havs um dagarnar og berjast við sjálva náttúruna. Í frásøguni er ungur, navnleysur maður, ikki kallaður annað enn “drongurin”, og vinur hansara Bárður. Teir rógva út saman á einum seksæringi.

Henda greipan víkur fullkomiliga frá hinum útróðarmonnunum, tí teir loyva sær at gloyma bardagan fyri lívinum við at lata seg søkka niður í bókmentir. Dreinginum leingist eftir onkrum øðrum enn tí, tað karga sjómannalívið býður. Hugurin reikar um gleim, og hann tráar eftir at læra mál og víðka sjónarringin.

Á útróðri ein dagin brestur illveður á sum eitt skot. Tó at troyggjurnar eru væl tøvdar, gýsur ógvisligi vetrarkuldin ígjøgnum tær, og Bárður frystir til deyðis úti á opnum havi.
Drongurin er nú einsamallur í heiminum.

Nívdur av sorg fer hann úr bygdini og ætlar sær at bera eigaranum bókina “Mista paradísið” aftur. Hann leggur ikki lag í nakað, tí hann hevur gjørt av at sameinast við vinmannin í deyðanum. Men tá ið hann kemur inn í býin, verður hann øðrvísi bergtikin av tí lívi, ið har er, og hann ger av, at hann kann ikki sameinast við vinmannin so beinanvegin.

Nøgd
Vanligur prísur
USD 50.28
Klubbaprísur
USD 40.23
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Jón Kalman Stefánsson

Jón Kalman Stefánsson (f. 1963) er ein av virknastu prosahøv undum í Íslandi. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín, bæði í Íslandi og og í øðrum londum, og fleiri ferðir hevur hann verið tilnevndur til Bók­mentavirðisløn Norður­landaráðsins.

Aðrar bøkur Jón Kalman Stefánsson

Hjarta mansins
USD 50.28
Harmur einglanna
USD 50.28

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Sára Malena
USD 50.28
Hjarta mansins
USD 50.28
Upplesarin
USD 50.28
Dreymsótt
USD 50.28
Merking
USD 50.28
Pløg beinagrindir teirra deyðu
USD 50.28