Hjarta mansins
Í eini gamlari arabiskari læknabók verður sagt, at hjarta mansins verður býtt í tvey innrúm, annað eitur eydna, hitt eitur ørkymlan. Hvørjum skalt tú trúgva?
Av tí at rúmini eru tvey, ber til at elska tvey menniskju samstundis. Kroppurin gevur okkum henda møguleika. Men samvitskan stríðir ímóti, og hetta kann gera lívið torført at liva.
Í Himmal og helviti tóku sjógvurin og illveðrið besta vinin frá dreinginum. Í Harmi einglanna eru drongurin og postmaðurin staddir í kavaroki millum bygdir – uppi á fjøllunum, har teir møta deyðanum.
Í Hjarta mansins, sum er triðja og seinasta bókin í tríverkinum um DREINGIN eftir Jón Kalman Stefánsson, býr drongurin heima hjá Geirtruð, eini stívrendari og treiskari kvinnu, ið má berjast fyri sjálvræði ímóti keypmonnunum í bygdini og øðrum máttmiklum monnum. Í bygdini snýr alt seg framvegis um fiskiskap, men eisini her ger tann nýggja tíðin vart við seg, telefonin kemur í bygdina, nýggj skip og nýggj hugskot.
Hjarta mansins er ein bók um kærleika og frælsi.
„Hann misti tvær tær og ein fingur, men fekk eina konu,“ stendur einastaðni í bókini.
Hvat vil tað siga at elska og verða forelskaður, spyr drongurin. Og hvat skalt tú í veruleikanum velja?
Týðarar: Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs