Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Verena Stössinger
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Switzerland
Týðari: Anja Tell
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-511-6
Útgávudagfesting: 2. mars 2023

Skepnusavnarin

Verena Stössinger

Astrid er 42 ára gomul, hevur lisið bókmentafrøði og starvast á lærdum háskúla í Sveis. Hon hevur tó ein dreym um sjálv at gerast rithøvundur og ger av at søkja um farloyvi og flyta til Føroya at skriva.

Hugtikin av sagnverum og undarligum skepnum fer Astrid undir at savna saman tilfar. Lagnutræðrir úr barnaárunum verða flættaðir saman við løgnum upplivingum í Havn, so hon stundum er um at missa fótafestið. Ikki minst, tá ið hon hittir ein havnarmann, ið er heilt øðrvísi enn alt, Astrid higartil hevur møtt. Tíðin í Føroyum fær hana at taka lív sítt til umhugsanar av nýggjum, og tá ið ferðin er at enda komin, er Astrid ikki tann sama, sum hon var, tá ið hon fór heiman.

Nøgd
Prísur
46,72 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Verena Stössinger

Verena Stössinger – fødd í Luzern í Sveis í 1951 – býr í Sveis nærindis býnum Basel. Eftir nøkur ár í leikhúsi í Berlin fór hon at lesa norðurlendsk málvísindi í Basel og Århus og tók loksins serútbúgving í føroyskum bókmentum. Hon hevur arbeitt á universitetinum í Basel. Hon er lektari og skrivar umframt greinir fyri tíðarrit um mentan. Fyrsta bók hennara kom út í 1980; tær nýggjastu fagurbókmentirnar eru: Bäume fliehen nicht (Trø flýggja ikki), 2012, og so henda, sum hevði upprunaheitið Die Gespenstersammlerin, 2017. Í 2006 gav hon út savnið Von Inseln weiss ich. Geschichten von den Färöern (Eg oyggjar veit. Føroyskar stuttsøgur) saman við Anna Katharina Dömling (Unionsverlag, Zürich; endurskoðað onnur útgáva 2017), og í 2018 gav hon út savnið Hier wird getanzt! (Her skal danses) stuttsøgusavn eftir William Heinesen, ið Inga Meincke hevur týtt til týskt (Guggolz Verlag, Berlin).

Aðrar bøkur Verena Stössinger

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Á marknaðinum í heyst
Dropar
40,01 EUR
Á marknaðinum í heyst
Vilji er lekjandi máttur
46,72 EUR
Nýggj
Kommunur í eini broytingartíð
46,72 EUR
Nýggj
Veðursjúka 2
31,95 EUR
Nýggj
Hvítleiki
26,58 EUR
Tær góvu lív
46,72 EUR