Fiskahúsið
Skaldsøgan er ógviliga einføld: Tveir menn. Ein vika. Ein smátta uppi við vatnið.
Seta gørn um kvøldið, taka tey upp um morgunin. Morgunmatur, miðmáli og døgurði um kvøldið.
Jón eigur eingi børn, hann er einsamallur, 47 ára gamal og fer lítið hugaður niðan á vatnið saman við pápabeiggjanum at seta gørn.
Hann er tónleikari og hjálparlærari. Hann arvar fiskasmáttuna og rættindini at fiska á vatninum. Hann hevur ongantíð fingist við slíkt og hevur ongan áhuga í tí. Nú skal hann læra at fiska, hvussu og hvar og nær, at røkja stovnin, at hagreiða fongin og gera burturúr.
Pápabeiggin hevst alla tíðina at honum.
Hví fært tú tær ikki gentu, Jón?
Veit ikki – eri bangin fyri, at tað er eingin fongur í mær.
Spenningurin millum teirra veksur av øllum atfinningunum, og spurningarnir gera, at Jón verður noyddur at endurskoða sítt egna lív.Vil hann sættast við lívið soleiðis, sum tað er vorðið?
Ljóðar eitt sindur turrisligt, men tað er tvørtur ímóti stuttligt, forvitnisligt og deiliga bygdasligt.
---
FISKAHÚSIÐ varð umrødd í Lesikrókinum 27.11.2023