Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-535-2
Útgávudagfesting: 3. november 2023
Síður: 400

Sanna Dahl

Flóvin Þór Nygaard Næs, Martin Næs
Læknin ein og hundraðtals hermenn

Slóðbrótarin Sanna Dahl (1915–2011) var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini.

Barnaárini í Vági, ungdómsárini í Havn, lestrarárini í Keypmannhavn og starvsárini í Føroyum lýsa, hvussu karmarnir hjá føroyingum so líðandi eru broyttir, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslumøguleikar, sjúkrahúskervi og tøkni.

Samstundis er søgan um Sannu ein lýsing av miðvísa stríði hennara at røkka sínum málum, hóast umstøðurnar ikki altíð vóru til vildar. Sanna var fødd undir fyrra heimsbardaga og tók prógv sum lækni undir seinna heimsbardaga. Undir kalda krígnum tók hon sergrein innan fyri røntgen, og sum fyrsti føroyski røntgenlæknin var hon við til at leggja lunnar undir tað føroyska sjúkrahúsverkið, ið vit njóta gott av tann dag í dag.

Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgum, millum annað um spentar støður uttanlands undir seinna heimsbardaga og um sjaskutar túrar við doktarabáti í Norðoyggjum.

Bókin er skrivað við støði í samrøðum og rúgvismikla brævasamskiftinum, sum Sanna hevði við familju og vinir.

...

Vágskálin 27-02-2024:

Neyðug ævisøga um læknaligan slóðbrótara >>> Lurta her

Nøgd
Prísur
617,15 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Martin Næs

Føddur í 1953 í Vági. Útbúgvin bókavørður, var landsbókavørður 1985-2003 landsbókavørður. Starvast sum deildarstjóri á mentamáladeildini í Mentamálaráðnum.
Hevur havt nevndarstørv í Setursráðnum, Rithøvundafelag Føroya, í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum og í Nordbok 2001- .

Aðrar bøkur Flóvin Þór Nygaard Næs

Aðrar bøkur Martin Næs

Opera men eingin olja
462,09 SEK
Myndir við tíð í
276,01 SEK
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Hvør eigur flaggknappin?
74,43 SEK

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Hvaðan kom kvinnan
539,62 SEK
Ross og fólk
617,15 SEK
Veðursjúka
369,05 SEK
Góðkrút
694,68 SEK
Hugleiðingar av marbakkanum
539,62 SEK
Reyn, kæra Reyn
694,68 SEK