At liva í løtum
Henda bók er ein kvøða til Rituvík, sum jólaaftan 2023 varð 150 ár. Bókin er í høvuðsheitum ein ættarsøga fyri Rituvík. Hon er ein roynd at greiða frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast í hesum húsum, og ikki minst hvat bleiv av teimum og teirra, ið fóru av bygdini – frá fyrstu átta niðursetufólkunum til okkara dagar. Onkrar styttri lýsingar og søgur, ið hava samband við Rituvík og fólk har, eru við í bókini.
Bókin er partur av lívsverkinum hjá Thorleifi Hansen í Saltangará. Hann hevur meginpartin av lívinum savnað inn upplýsingar um sína egnu ætt, men eisini aðrar. Hansara ættargransking hevur serliga snúð seg um syðru helvt av Eysturoynni. Thorleif hevur ættarbond til húsini Uppi á Tipp í Rituvík, sum verður roknað sum sætta húsið av teim fyrstu átta niðursetuhúsunum í bygdini.
Mett verður, at út ímóti 10.000 eftirkomarar eru eftir tey fyrstu átta niðursetuhúsini í Rituvík. Familjugreinarnar úr Rituvík fara í allar ættir í Føroyum og út í so fjarskotin lond sum Avstralia, Kili, Kanada og Amerika. Við so nógvum eftirkomarum er ikki óhugsandi, at vit øll bera eitt sindur av Rituvík í okkum; um ikki annað, so at vit bera kenslu við onkran, sum er í bókini.
Bókin er í stóran mun eisini til komandi ættarlið – ikki bert okkum núlivandi. Ein slík ættartalva verður ongantíð liðug, ei heldur lýtaleys. Vit hava roynt at gera bókina so góða og lesiliga, sum til ber.
Lívið er í løtum, góðum og svárum, ljósum og myrkum. Henda bók er eisini ein løta um forfedrar og eftirkomarar í Rituvík. Hvørja løtu legst til søguna og ættina.