Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Elaine Morgan
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: United Kingdom
Týðari: Pól Jespersen
Kápusnið: Heiðrik á Heygum
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-544-4

Hvaðan kom kvinnan

Elaine Morgan

Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fyrst. Síðan kom kvinnan.

Hvaðan kom kvinnan var fyrsta verk at tala fyri partinum hjá kvinnuni í menningarlæruni.
Hon setur seg upp ímóti bíbilsku útgávuni, at kvinnan var ein tanki, ið skeytst inn í søguna, eftir at maðurin var skaptur. Á tann hátt umskrivaði Elaine Morgan mannasøguna og menningarsøguna.

Arbeitt verður við ástøði um, at menniskjað er komið úr sjónum.

Ílegurnar í menniskjum og sjimpansum eru næstan meinlíkar, men menniskju og sjimpansur líkjast als ikki. Hvussu ber tað til?

Bókin setir áhugaverdar spurningar, sum hví menniskjan ólíkt øðrum primatum ikki hevur feld, men líkist í so máta havsúgdýrum.

Hvat hevur fingið menniskjað at ganga upprætt á afturbeinunum? Hví hevur tað so stóran heila?

Hví flóta nýfødd børn og halda ondini, tá ið tey eru undir vatni?

Hví eru børn ársgomul, áðrenn tey fara til gongu?

Hví búgva allarflestu menniskju fram við sjónum?

---

HVAÐAN KOM KVINNAN varð umrødd í Lesikrókinum 24.05.2024

Nøgd
Prísur
NOK 553,35
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Elaine Morgan

Elaine Morgan (1920–2013) var walisi.

Hon var í mong ár kend sum leikritahøvundur og skrivaði nógv fyri útvarp, sjónvarp og bløð. Síðan 1972 hevur hon verið víðagitin fyri verkið Hvaðan kom kvinnan, sum byggir á ástøðið, sett varð fram fyrst í 1960-árunum um, at forfedrar okkara hava ment seg í ógviliga langt tíðarskeið fram við sjóvarstrondum, áðrenn tey komu upp á land aftur. Tí er tað, at vit eru so ólík øðrum primatum. Aðrar bøkur eftir Elaine Morgan um menniskjaliga menningarlæru eru m.a.

The Aquatic Ape, 1982
The Scars of Evolution, 1990
The Descent of the Child: Human Evolution from a New Perspective, 1995
The Aquatic Ape Hypothesis, 1997
The Naked Darwinist, 2008

Aðrar bøkur Elaine Morgan

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Dropar
NOK 553,35
Vilji er lekjandi máttur
NOK 553,35
Veðursjúka 2
NOK 378,44
Hvítleiki
NOK 314,84
Tær góvu lív
NOK 553,35
-28%
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
NOK 1 106,69
NOK 795,04