Brenn øll míni brøv
Trý tíðarsjónarhorn. Tvey ættarlið. Eitt loyndarmál.
Eftir eina lúgvandi trætu ásannar Alex, at hann gongur við einari vreiði í sær, einum ógreiniligum myrkri.
Trásettur av at fáa greiði á uppruna myrkursins gongur hann eftir slóðum, sum flyta hann aftur til summarið 1932 og veturin 1988 – og tær lagnutungu hendingar, sum komu at broyta alt.
Í Brenn øll míni brøv vevur Alex Schulman trý sjónarhorn saman til eina søgu, sum fer út um bæði tíð og rúm. Við ektaðum brøvum og dagbókabrotum til hjálpar avdúkar hann ikki bara aldarinnar ástarsøgu, men eisini syrgiligu avleiðingar hennara. Tað er ein kenslurík og djúpt persónlig lýsing av passión og svartsjúku, og hvussu ein fundur í farnari tíð kann skapa sigaldur yvir um áratíggjuni.
---
BRENN ØLL MÍNI BRØV varð umrødd í Lesikrókinum 30.09.2024