Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Bergur Djurhuus Hansen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Tóroddur Poulsen
ISBN: 978-99972-1-603-8
Útgávudagfesting: 8. september 2025

Spor

Bergur Djurhuus Hansen

Eitt evni í skaldskapi og í viðgerð av bókmentum er skomm og skuldarkensla. Skomm er m.a. ein ótti fyri ikki at liva upp til væntanir hjá øðrum. Fyri rithøvundar er tað kanska ein ivi um endamálið við at skriva. Er tað viðkomandi? Nóg gott? Ungi rithøvundurin í Sult (1890) eftir Knut Hamsun verður lýstur sum bæði ágangandi og „hed af skam“. Í skaldsøguni Í havsins hjarta (2007) eftir Gunnar Hoydal „dandar“ høvuðspersónurin, sum er rithøvundur, millum ovurhuga, stórlæti og skomm.

William Heinesen sendi í 1936 eina grein um Chr. Matras til svenska tíðarritið Ord och Bild. Tá Chr. Matras frætti um tað, skrivaði hann til William Heinesen, at hann var „heldur illa við“ og kendi seg sum eina flundru, ið varð drigin upp av havsins botni.

Um nú rithøvundar hava tað á slíkan hátt, hvussu so við ummælarum? Kendi yrkjarin og essayisturin T.S. Eliot (1888-1965) helt, at í ummælum og viðgerð av bókmentum er neyðugt at virða ein annan myndugleika enn seg sjálva/n, um ikki rein tilvild skal ráða.

Tekstirnir í hesi bókini eru eitt úrval av ummælum og viðgerðum, sum áður hava staðið í føroyskum bløðum og ritum. Úrvalið er gjørt eftir, um ein viðgerð er í tekstunum, sum er meiri enn ein persónlig og tíðarbundin støðutakan. Tað eru nýggjar føroyskar bókmentir frá seinastu uml. 20 árunum, sum ljós verður sett á. Okkurt ummæli er stutt, einstakar viðgerðir eru drúgvari og við tilvísingum.

- úr innganginum

Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Bergur Djurhuus Hansen

Bergur Djurhuus Hansen (f. 1968) er lektari í bókmentum og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur skrivað mongd av ummælum og greinum um bókmentir í føroysk og útlendsk rit. Ph.d.-ritgerð hansara um fýra ferðafrásagnir eftir Kristian Osvald Viderø kom út í bók í 2015 við heitinum Er heima til?. Sum granskari hevur hann givið út vísindaligar greinir um eitt nú samtíðarskaldskap, modernismu og ferðafrásagnir úr Norðurhøvum og Arktis. Síðani 2021 hevur hann verið í ritstjórnini á tíðarritinum Arctic Humanities.

Aðrar bøkur Bergur Djurhuus Hansen

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Faroese Days
348,00
Bjargað á opnum havi
348,00
Dropar
348,00
Vilji er lekjandi máttur
348,00
Veðursjúka 2
238,00
Hvítleiki
198,00