Prima Facie
Hetta er ikki lív, hetta er lóg …
Tessa Ensler elskar arbeiði sítt. Hon hevur arbeitt seg upp til at teljast millum fremstu verjuadvokatar og berjist fyri at verja tey skuldsettu, ið siga seg vera ósek.
Hon hevur álit á lógini og løgskipanini. Gløgg sum hon er, vinnur hon mál eftir mál. Eisini vinnur hon monnum, sum eru ákærdir fyri neyðtøku og kynsligan harðskap, frælsi.
Teir eru ósekir, til annað er prógvað. Tað er grundvøllurin í siðmentaðum samfelag.
Men tá ið ein starvsfelagi neyðtekur Tessu, savnar hon sær megi at fáa hann fyri rættin. Hon leggur málið fyri rættin og verður har tvingað at standa andlit til andlits við tann berkaða veruleikan, at lógirnar vórðu ikki smíðaðar at verja ofrini, og nú er tað hon, sum er ákærd.
Hon berjist manniliga, men vitnisfrágreiðingin verður snarað soleiðis, at hon stendur eftir sum eitt lygivætti um somu leið, sum hon endurupplivir skelkin í vitnisbásinum.