Jarðarmøður á jørð
Jarðarmóðir á jørðini er ein sterk lýsing av eini kvinnu, ið noktaði at geva seg fyri fólkatosi og miðaldarligum heimaráðum. Søgan hjá Hoem hvílir á autentiskt grundarlag. Marta Kristine Nesje gekk í 1821 ta longu leiðina úr Romsdali til Kristiania fyri at verða jarðarmóðir. Trý børn og maður vóru eftir við hús og máttu klára seg í níggju mánaðir. Níggju mánaðir seinni gekk hon heim aftur og var í lívsins tænastu í stívliga fimmti ár.
Grundað á fáar men sterkar søguligar veruleikar dregur Hoem bygdirnar fram aftur í skrivingini. Men ikki bara lívið bygdunum, eisini tað spírandi modernaða lívið í Oslo.
Samstundis - og tað er í royndum tyngdin í bókini -, er ein fjálg neyv lýsing av tí stóra kærleikanum, eydnuni og sorgarleikinum, sum so mangan tykjast ganga hond í hond. Marta Kristina eigur annars sjálv 10 børn.