Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Henry M. Villiers
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: United Kingdom
Týðari: Hans Jacob Debes
Umbrot: Dimmalætting
ISBN: 978-99918-56-2
Útgávudagfesting: 16. november 2010
Síður: 146
Kápa: Heft bók

Bretskur konsul í Føroyum

Henry M. Villiers

Í 1898 kom stóra innrásin av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hon var ein hvøkkur fyri føroyingar, sum sóu sjálvt tilverugrundarlagið hótt. Bretarnir veiddu ofta inn í klettin og á teimum miðum, sum føroyskir útróðrarmenn høvdu søkt og sitið á í øldir.

Vreiðin inn á bretarnar var so stór, at danskt verjuskip varð sent til Føroya at taka bretskar trolarar. Viðurskiftini millum Bredands og Danmarkar vóru annars góð, og tað er skilligt, at danskir myndugleikar vóru illa við av hesi kreppu, sum hevði tikið seg upp. Teir donsku embætismenninir i Føroyum vóru kroystir millum donsk politisk áhugamál - t. e. gott handilssamband við Bretland, sum var høvuðsmarknaður fyri danskar landbúnaðarvørur - og øðina í føroyingum.

Tann 1. april 1901 varð Henry Montagu Villiers tílnevndur konsul i Føroyum og Islandi og kom til Havnar við konu, tveimum børnum og tveimum tænarum. Hann var alt annað enn vælkomin. Føroyingar vildu ikki lova honum i land. Hann mátti leypa niður í ein bát fyri at sleppa í land; fylgi hansara var eftir um borð. Eingin vildi veita honum innivist i Havn, til ein takksamur ungur bakari, sum hevði lært i Skotlandi, lovaði honum at leiga hjá sær. Embætismenninir vóru ikki minni óblíðir, tí hann var mótpartur teirra, og teir máttu eisini ansa eftir ikki at gerast ov væl við ein sendimann, sum føroyingar fataðu sum figginda.

Hesi spennandi viðurskifti i Føroyum beint eftir aldaskiftið er bókin um.

Nøgd
Prísur
kr. 98,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Henry M. Villiers

Aðrar bøkur Søga

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Afturbrá
348,00
Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
348,00
At liva í løtum
248,00
Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00