Vøruslag:
Pappírsbók
Høvundur/ar:
Heini Olsen
Bólkur/ar:
Endurminningar
Upprunaland:
Føroyar
Umbrot:
Vasti
ISBN:
978-99918-71-17-2
Útgávudagfesting:
24. november 2010
Síður:
352
Kápa:
Heilbind
Meg minnist og ørminnist 2
Kvívíkslærarindan, sum vit vanliga róptu hana, trúttaði í barnaskúlanum í stovuni hjá Elspu á Válinum niður í okkum, at ein stílur altíð skuldi vera lutaður sundur í byrjan, evni og enda.
Ovari í brøttu útbúgvingarbrekkuni nevndu tey skrivingarmannagongdina prolog, tema og epilog. Sama gjørdi, tí uppi á skursluta arbeiðisháslættanum endaðu bæði tema og annar teoriur skjótt aftast í gloymibókini; men her í lagaligu epilogisku undangongubrekkuni stingur við hvørt okkurt seg undan aftur kavi, sum eg eftir førimuni havi fest á blað í hesi næstu bókini, ið neyvan verður mætari enn hin fyrra, tí við teirra áttahundrað blaðsíðum røkka tær við hesum epilogi kortini ikki longur enn miðskeiðis inn í 1956, tá ætlaða evnið ella tema – um lív og heilsa verður – byrjar.
Heini fer í hesum bindi saman við tveimum skúlafeløgum eina dólgaferð eystur um hav til Noregs, m.a. til arbeiðis niðri í gomlu silvurnámunum langt undir jørð í Kongsbergi og til Bergens at lesa. Eftir próvtøku heim aftur til Føroya at seta kós í fyrsta SEV-tunlinum og í uppmátingararbeiði hjá Landsverkfrøðinginum og síðan til Danmarkar at nema sær meira útbugving, áðrenn leiðin gongur longur burtur í lond.
Nøgd
Prísur
kr. 240,00
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Aðrar bøkur Heini Olsen
Trý túsund nætur og trinnar
240,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Meg minnist og ørminnist 1
240,00
Aðrar bøkur Endurminningar
Sær er siður á landi
298,00
Trý túsund nætur og trinnar
240,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Hús og húski í Dali
165,00
Grund 3
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Meg minnist og ørminnist 1
240,00