Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Steinbjørn B. Jacobsen
Bólkur/ar: Endurminningar, Søga
Upprunaland: Føroyar
ISBN: 978-99918-71-42-4
Útgávudagfesting: 17. desember 2010
Síður: 362
Kápa: Heilbind

Grund 3

Steinbjørn B. Jacobsen

Steinbjørn B. Jacobsen hevur latið úr hondum eina einastandandi áhugaverda bók um Sandvíkina. Tað er ikki søgufrøðingurin, ið skrivar. Tað er maður, ið vaks upp í Sandvík, sum hevur sínar røtur í Sandvík og sín alsk til plássið. Hann sigur frá fólki og tilburðum har. Hann kendi fólkini, velti og róði út og sat undir hvørjum orði. Orðini læt tey búnast í sær og sum vaksin festi hann tey á blað og gav okkum tey. Livandi, lætt og stuttligt í ektaðum Steinbjarnar-stíli.

Bókin er fyrst og fremst ein bygdarsøga um niðursetubygdina Sandvík, men hon myndar eisini eitt brot úr Føroya søgu. Umframt tað vanliga, sum eyðvitað skal vera í eini bygdarsøgu, hevur verið roynt at fáa nøkur smábrot við, smáar søgur um ymsar tilburðir, uttan at nøkrum verður gingið ov nær, men sum heldur gera myndina menniskjaligari, fjølbroyttari og marglittari. 

Kanska er bókin eitt prógv um, at tá ið mannviljin er til staðar, er honum einki óført.

Sjónir høvdu hesi fólkini, ið grundaðu staðin, eins og tey næstu ættarliðini eisini áttu tað neyðuga seiggið.

Maturin liggur undir manningini.
Tað blíðkar fyri hugaðum fólki.
Mans vilji er mans himmiríki.

Í 1810 fær presturin Schrøter lagt 20 tunnulendir inn í Hvalvík, sum í 1913 verður broytt til Sandvík, og í 1816 fær hann tvey ung pør at seta búgv í Hvalvíkini.

Jóan Petur Poulsen og Johanna Jacobsdatter seta búgv á Hvalgjógv og Niklas Gullaksen við sínari konu, Marin Margretu Jacobsdatter oman fyri Mølina í Hús við ánna mitt í bygdini. Báðar konurnar áttu barn sama árið. Johanna var tann fyrra.

Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Steinbjørn B. Jacobsen

(1937-2012)

Var útbúgvin lærari. 1970 til 1980 stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Við at stovna fólkafylkingina móti EEC 1971. Saman við Gunnari Hoydal var hann ritstjóri á Varðanum 1977/81.

Aðrar bøkur Steinbjørn B. Jacobsen

Aðrar bøkur Endurminningar

Sær er siður á landi
298,00
Trý túsund nætur og trinnar
240,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Hús og húski í Dali
165,00
Meg minnist og ørminnist 2
240,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Meg minnist og ørminnist 1
240,00

Aðrar bøkur Søga

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Afturbrá
348,00
Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
348,00
At liva í løtum
248,00
Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00