Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Göran Tunströn
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-66-5
Útgávudagfesting: 6. august 2013
Síður: 374
Kápa: Heft bók

Jólaoratoriið

Göran Tunströn

Jólaoratoriið eftir Göran Tunström er ein av ríkastu og mest yndaðu svensku skaldsøgunum seinastu fjórðingsøldina, og sum vera man er bókin týdd til nógv onnur mál. Fyri bókina fekk Authorin tær størstu viðurkenningar. Jólaoratoriið hevur fleiri ferðir verið ført fram á leikpalli, og Kjell-Åke Andersson hevur fingið stóra viðurkenning fyri filmin. 

Jólaoratorrið byrjar í svenska býnum Sunne, har fólk gera seg til at syngja og spæla hitt fagnaðarríka Jólaoratoriið eftir Bach. Haðani veksur skaldsøgan fram. Hon røkkur um trý ættarlið, byrjar í tríatiárunum og endar í dag. Søgugongdin fer fram millum Värmland og landafrøðiliga mótpol tess - Nýsæland. 
 
Hóast Jólaoratoriið er ein bók um sorg og longsil, so ivast Authorin ikki í kærleikans mátti, sum er "at geva einum øðrum menniskja lívsmegi" og viðurkenna lívið, sum tað er. Sum ein tráður ígjøgnum alla søguna við øllum teimum ríku og skiftandi tilburðunum gongur leitan Sidners Nordenssonar eftir einari javnvág ímillum sorgina, sum heldur fram at níva, og kærleikans lívsjáttandi og lekjandi megi. Sonur Sidners verður tónlistamaður og kemur aftur til Sunne, har hann stjórnar Jólaoratorii Bachs, sum endar við hesum orðunum á enskum máli: "You shepherd folk, be not afeared,/because the angel tells you:/this weak babe/shall be our comfort and joy,/there to subdue the devil/and bring peace at last." 
 
"Bókin Jólaoratoriið er tað, vit rópa tíðarleys. Ein fagnaðarkvøða til menniskjanna gátuføru evni at vísa frøi og bera trega, hvar tey enn hava fingið sess í lívinum."
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 169,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Ummæli

Tunström smíðar tónarúm kærleikans 

Göran Tunström: Jólaoratoriið. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum. 330 bls., kr. 220, – . Sprotin 2002. 

Í hugtakandi skaldsøguni, Jólaoratoriið, eftir Göran Tunström verður leitað eftir javnvágini og meiningini við lívinum, eftir at vanlukka og sorg hava syndrað tað. Og hóast skaldsøgan stundum er heldur inntonkt og myrk, er heildarmyndin tó merkt av teimum ljósu litunum.

Skaldsøgan er lívsjáttandi, tí lívsmegin og kærleikin vinnur at enda á sorgini og hugtunga veruleikanum. Tíðin javnar alt og til ber loksins at koma til sættis við sorgina.

Henda evnismikla skaldsøgan hevur Jólaoratoriið eftir J. S. Bach sum forrit, men eisini eru drøgini nógv, ið geva henni ein modernistiskan dám.
 
Jólaoratoriiðer triðja skaldsøgan í røðini av fýra, sum Göran Tunström gav út árini 1978-1986. Jólaoratoriið, ið kom í 1983, verður mett at vera skaldsliga hæddin í hesari skaldsøgurøðini, og við serligum atliti til hesa skaldsøguna fekk Tunström Bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins í 1984.


Yvirhøvur verður Tunström mettur at verða ein tann mætasti svenski rithøvundurin í nýggjari tíð.
Og av røttum, tí henda skaldsøgan er góðskumikið høvuðsverk í norðurlendskum bókmentum, og gleðiligt er, at vit hava fingið hana í føroyskari týðing.

Hann hevur mangt til felags við Selmu Lagerlöf, og harumframt er hann kendur fyri atfinningarsomu støðu síni mótvegis rationalistisku stevnun. Hetta atfinningarsemi Tunströms er eisini eyðsýnt í Jólaoratorinum, tí søgan er millum annað ein rannsóknarferð inn í sorgina, umframt ein kanning av sálarsjúkuni, ið stendst av henni.
Men søgan kannar eisini møguleikarnar fyri at liva víðari, hóast sorgin tykist at níva so fast, at lívið missur innihald og virði.
 
Sálarsjúki Sidner
Søgan tekur við á einum bóndagarði nærindis lítla, svenska býnum Sunne í byrjanini av tríatiárunum. Har býr 12 ára gamli høvuðspersónurin Sidner saman við foreldrunum, Sólveig og Aroni, og við lítlasystrini Eva-Liisu.
Ein summardag ætlar Sólveig sær í kirkjuna at venja “Jólaoratoriið” eftir J. S. Bach. Kórið hevur vant tónleikaverkið í 10 ár, men á jólum skal framførslan verða á fyrsta sinni. Tónleikurin ljómar úr vindeyganum, tá Solveig setur seg uppá sýkkluna og fer avstað. Men komin eitt sindur oman eftir vegnum fer ketan av sýkkluni og hon renur seg beint inn í eitt neytafylgi. Og við tí úrsliti, at hon verður traðkað til deyða, meðan Sidner og Aron standa hjálpaleysir og hyggja at.

Tilburðurin er sum ein ovurstórur jarðskjálvti í hugaheimi Sidners og Arons, og hendingin hevur við sær at tilvera teirra fer í sor. Tí nú er miðdepilin í familjuni horvin, og saknurin er so stórur, at Aron ikki longur megnar at røkta garðin.

Tey noyðast at flyta inn til Sunne, har tey ætla at byrja av nýggjum. Men nívandi sorgin er framvegis atvoldin til at báðir eru ógvuliga hugspjaddir og einsligir.

Tí fyri Aron og Sidner, er tað eins og Sólveig hevur tikið teirra mál og førleikan fyri at samskifta við sær í deyðan: “Smá, krúpandi orð teirra millum. Allan veturin káva orðini seg fram at stikinum, sum er í teimum báðum. Ferð eftir ferð royna teir at fáa eitt bros fram, eina brádliga flagsan av veingjum, av flúgving beint upp í loft. Men tað vil ikki bera til” (bls. 45).

Teir ganga í hvør sínum heimi, og tí kenna teir seg avbyrgdar og innistongdar. Serstakliga Aron gerst veruleikafjarur av sorgini, og hann sær Sólveig fyri sær í heilum og tey hava langar samrøður sínámillum.
Ein dagin fær Aron brævasamband við Tessu, ið býr hinumegin jørðina, í Nýsælandi. Men Aron, sum verður støðugt meiri heilavillur, heldur Tessu vera Sólveig í dulbúna og ymiskt annað ørt. Og á fríggjaraferð hansara til Nýsælands, ger hann av við seg, loypur fyri borð.

Og nú sita Sidner og Eva-Liisa foreldraleys. Deyði Arons er ein svárur missur fyri Sidner, og hann kennir seg svíktan. Og um somu tíð, fær Sidner sonin Victor, sum hann ikki sleppur nær fyri mammuni. Alt hetta hevur við sær, at hann eisini gerst sálarsjúkur, og verður lagdur inn á sinnisjúkahús.

Seinni fær hann hug at hevna seg inn á pápan, ið svíkti. Komin fyri seg, fer hann so statt til Nýsælands at lata Tessu kærleiksgripin aftur, hon upprunaliga sendi Aroni. Tað ber saman millum tey bæði og tey giftast. Fleiri ár seinni kemur Sidner aftur til Svøríkis at hitta 15 ára gamla son sín, Victor. Og ikki bregður Victor burtur úr ætt, tí eins og Sidner og Aron livir Victor í sínum egna heimi, og kennir seg somuleiðis avbyrgdan: “…eg hevði altíð verið avbyrgdur frá málinum og spølunum hjá skúlafeløgum mínum”, og mamma Victor stúrir eyðvitað fyri, at hann “…skuldi vera smittaður av heimsins máli” (bls. 325).

Tó verður Victor ongantíð sálarsjúkur sum hansara fedranna upphav. Og bjarging hansara er helst, at Sidner veitir honum kunnleika um klaverspæl, um tónleik sum heild og um málið sum fyribrigdi. Lærdómurin er millum annað at “byggifrøði er frystur tónleikur”, og at “Okkara tala er eisini frystur tónleikur”, og at “Tað kann ganga ógvuliga long tíð, áðrenn tað, ein sigur tiðnar. Viðhvørt verður tað ikki til tónleik, fyrr enn ein er vaksin.” “Hví tað?” “Tí ein er frystur innan í sær sjálvum. Hóast ein ikki veit tað. Men ein dag, tá ið ein er veruliga harmur og keddur ella mungar ógvuliga illa eftir onkrum og púra einsamallur, so kann ein kenna á sær, hvussu eins gomlu orð brádliga verða til tónleik” (bls. 319).

Hetta tykist at vera høvuðsboðskapurin í hesi søgu, sum hevur Jólaoratoriið hjá J. S. Bach sum fyrimynd. Og hvussu orðini tiðna vísir Tunstrom á síðstu síðu, tí at …
 
Eins og eitt stórverk
… við arium og koralum, er skaldsøgan sett saman av røddum og diskursum, ið ljóma og tóna lið um lið, og loysa hvørja aðra av, brotna, knappliga – og renna víðari, stremba…hægri og hægri og enda á síðstu síðu í eini hábærsligari opinbering í einum skógi har trøini fyri Victor eru sum ljóðføri, ið byggja tónarúm, ið eru á tremur við: hjartaheitum kærleika.

Endabresturin er so statt einki minni enn ein opinbering fyri Victor, har tilverutræðrirnir verða samantvunnir. Tí sætta og seinasta kantatan í “Jólaoratorinum” hjá Bach – nevnd Epifaniin – er tann lykilin, ið letur honum heimin upp, og gevur honum innlit og tískil møguleika fyri at finna og endurskapa javnvág í alheimi sínum: “Tónleikurin ruddi sum eitt net uttan um meg, gjørdist til veggir og tak á einum alstórum bygningi, har eg klintraði á byggipøllunum: ein dómkirkja, sum ikki var liðug, og strembaði hægri og hægri” (bls. 330) og í somu løtu sær hann kærleikan bera til á fold.

Hóast skaldsøgan við øllum sínum inntonkta, modernistiska sjálvleika er rættiliga tung at valsa í støðum, so eru hugleiðingar hennara um lívið, kærleikan, sorgina og listina djúpar og áhugaverdar og vekja samhuga lesarans.
Talan er so statt eisini um skaldsøgu, sum hevur ein inntonktan, modernistiskan dám, har eyðkend temu sum einsemi og avbyrging ganga aftur. Og ikki at gloyma í hesum sambandi, er skaldsøgan eisini av tí heldur sjálvævisøguliga slagnum, ið lýsir “listafólkið sum ungt menniskja”, og sum eru vorðnar rættiliga vanligar í Føroyum og aðrastaðni. Skaldsøgan er eisini nútíðarkend, tí  skaldsøgugongdin er rættiliga brotkend og sundurloyst, meðan orðalagið yvirhøvur er ógvuliga lýriskt og skaldsligt.

Sum heild lýsir skaldsøgan væl sambandið og lutfallið millum tilvit okkara, málið og veruleikan – umframt tað, ið fer fram, tá hetta lutfallið verður órógvað av sinnisjúku. Og hetta ger hon á ein fyribrigdafrøðiligan hátt, sum heimspekingurin Husserl og hansara fylgisveinar óivað høvdu lisið við stórum áhuga: “Ígjøgnum havravelturnar gongur hann (t.e. Aron, red.), gjøgnum gerðini. Verður standandi og hyggur at nøkrum, sum so líðandi avdúkar seg sum ein steinur, ein mykjuløga, ein upptornað grein. Ógvuliga líðandi, um tað er so frægt, daga eginleikarnir fram úr lutunum, fáa skap, leggja seg til rættis, verða eitt við nøvn síni.”

Og í næsta setninginum nýtir Tunström fyribrigdafrøðina til tess at vísa á omanfyrinevndu sálarligu avbyrging Arons, men eisini til at vísa á, hvussu veruleikasambandið hjá honum alsamt viknar: “Men oftast er tað sum eitt lítið, hvítt bil fyrst, sum kann vara í fleiri minuttir, tá ið steinurin himprast við at verða steinur… tá ið tú ikki so mikið sum sleppur at doyggja, tá ið tú ikki livir” (bls. 18). Lýsingin er hugnemandi og rættiliga væl frágingin, og helst hevði ein fyribrigdafrøðilig greining av skaldsøguni verið úrtøkumikil.
 
Fyrstafloks skaldaflog
Heimspekingurin Wittgenstein hevur einaferð sagt okkurt um, at har markið gongur í máli okkara, gongur markið eisini í verð okkara.

Og av tí at lítið og einki tykist at avmarka Tunström málsliga, er tann verðin, sum Jólaoratoriiðsetir upp, eisini sera víðfevnd, rík og úrtøkumikil. Tunström er so statt ógvuliga fjøltáttaður høvundur og hansara orðalag og myndamál prógvar eitt fyrstafloks skaldaflog. Hann hevur við øðrum orðum fult tamarhald á málinum, og hann megnar tí eisini at fáa sum mest og best burtur úr tí – til tess at geva lesaranum ríkandi og hjartanemandi innlit í ein heim, har nógvar skaldsligar upplivingar eru at fá.

(Ummælið varð prentað í Fregnum, 2003)
 

Les meira
Les minni
Fregnir, 2003 | 01-01-1970

Aðrar bøkur Göran Tunströn

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00