Nígari
Søgan lýsir 33 ára gamla Mikael Skrent, sum á mangan hátt tykist hava eydnuna við sær. Hann er í Oslo á veg til eina fernisering hjá einum vinmanni. Sum hann gongur, renna tilburðir úr fortíðin fram fyri hann, tilburðir, sum hava skumpað hann út í ein oyðandi meldur við løgnum atburði, øði og ørkymlan.
Tilveran tykist honum høpisleys. Hann berjist við kærleika, hann misti fyri 10 árum síðan. Vaml kemur á hann, tá ið hann er í song við konufólki.
Hann hevur verið sjúkliga áhugaður í sær sjálvum og ísakaldur mótvegis øllum, ið ikki tænti hansara egna áhuga. Men hann hevur fingið sína fyllu í ríviligt mál – ikki minst av sær sjálvum.
Bókin hevur verið nógv umrødd fyri, hvussu hon lýsir listaumhvørvið, sum speglar restina av samfelagnum og virðunum í vesturheiminum, har skræða og sjálvsøkni skugga fyri øllum veruligum virðum og elva til sjúkliga kenslu av tómleika og virðisloysi.