Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Jack London
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: United States
Týðari: Finnbogi Ísakson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-64-1
Útgávudagfesting: 1. mai 2013
Síður: 235
Kápa: Heft bók

Alkohol kongur

Jack London

Alkohol kongur er sjálvsævisøguligur tekstur, sum lýsir njótingina, ið stendst av drykkjuskapi, og ræðuliga bardagan við alkoholismu. Hetta er søgan um tað tvíeggjaða svørðið, sum alkohol er.  

Bókin avdúkar púkan Alkohol alment eftir gomlu ráðunum: Tann, ið hevur brent seg, má ongantíð gevast at tosa um eldin.  

Sosialrealistiska lýsingin hjá Jack London av egnum royndum og arvi – ikki minst tí sosiala – er hugtakandi. Uttan kroyst av nøkrum slag lýsir hann, hvussu ógvusligur drykkjuskapur hongur saman við at vera mansligur.  

Hann sigur frá, hvussu ymisliga hann hevur upplivað alkohol á ymsum stigum í lívinum, og dregur serliga fram frálíku upplivingarnar tannárini, tá ið hann var sjómaður, og seinni í lívinum, tá ið hann var múgvandi og viðgitin høvundur.  Um stuttleikan, sum smátt um smátt varð til høpisloysi.  

Sjálvur skifti hann ongantíð brennivínið um við vatn, tí hann visti, at hann fór ongantíð at klára síni 1000 orð um dagin, kundi hann ikki fáa sær eitt glas ella bæði trý.  

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
USD 24.42
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Jack London

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
USD 50.28
Eden
USD 35.83
Reyðhærda Kvinnan
USD 43.06
Staklutirnir
USD 43.06
Kærleikin
USD 43.06
Sára Malena
USD 50.28