Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Selma Lagerlöf
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-24-5
Útgávudagfesting: 20. september 2013
Síður: 228
Kápa: Heft bók

Keisarin av Portugáliu

Selma Lagerlöf

Keisarin av Portugáliu (1914) er ein hjartanemandi søga um fátæka smámannin Jann Andersson í Skróbyrgi og hansara markleysa kærleika til dóttrina Kláru Fínu Gullborg. 

Jann er fátækur maður og hevur ikki ráð at fáa ein munn afturat í húsið at metta. Men tá ið Jann á fyrsta sinni fær dóttrina í føvningin broytist lív hansara. Hann kennir fyri fyrstu ferð í lívi sínum kærleika, og kærleiki hansara til dóttrina fer út um øll mørk.

Tá ið dóttirin er hálvvaksin kvettir hon sambandið við foreldrini og fer til Stokkhólms. 

Seinni fær Jann frænir av, at hon ger annað enn tað, hann hevði ynskt skuldi gerast hennara lutur. Men kærleiki hansara til hennara dragnar ikki, hon er framvegis eygnasteinur hansara. Sjálvur tolir hann kortini ikki tann sálarágang tað voldir honum, at dóttirin ikki kemur aftur, og hann fer av vitinum og fer at liva ta lívslygn, at hann heldur dóttrina verða vorðna keisarinnu, og hann útnevnir seg sjálvan til keisara í sjaldsama ríkinum Portugáliu.

Myndin av Jann er vøkur og hugvekjandi. Selma Lagerlöf setur serligan ljóma um henda faðirkærleika, sum gongur út um alt mark,og tá ið Jann samstundis mennir evnini at síggja inn í framtíðina, fær myndin eitt dult og frumsagnaligt brá.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
22,69 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Um høvundin Selma Lagerlöf

(1858 - 1940)

Aðrar bøkur Selma Lagerlöf

Gösta Berlings - søga og ævintýr
40,01 EUR

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Hjarta mansins
46,72 EUR
Upplesarin
46,72 EUR
Dreymsótt
46,72 EUR
Merking
46,72 EUR
Pløg beinagrindir teirra deyðu
46,72 EUR
Fiskahúsið
33,29 EUR