Við bivandi hjarta
Sólin letur hana úr. Eitt plaggið fyri og annað eftir hvørvur av kroppi hennara og endar sum tilfar í tí bóli, sum hon reiðir sær. Her liggur hon so væl krógvað, at henni nýtist ikki at stúra fyri, at nakar sær hana. Ikki ein sál er í námindu, hon eigur hesa grýtuna heilt fyri seg sjálva, ja, um hon sær burtur frá einum grátítlingspari, sum býr einastaðni undir bakkanum…
Hon toyggir sínar vøkru limir út eftir helluni og breiðir seg. Liggjandi á rygginum, víðopin og bjóðandi, liggur hon sum eitt offur til sólina. Hon gleivar eitt sindur meira, so sólargeislarnir sleppa framat at kína henni um kynið. Áhaldandi kín teirra fáa hana at lata seg meir og meir upp. Brátt kennir hon sólina rísa inni í sær. Hon liggur við sólini.
Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.