Trý túsund nætur og trinnar
Ensku yvirmenn okkara vóru allir „veterans from the upper class,“ sum løgdu doyin á at skifta klæðir, áðrenn vit settust við borðið, sama um maturin við hvørt næstan hvarv í sandroki, ella rættari í pulvurrokið, tí tað trongdi seg inn og næstan fjaldi alt, sama um øll op vóru skalkaði til.
Tjaldalívið var einfalt, men kortini hart við hvørt, eitt nú tá vit á vetrartíð á háslættanum lógu undirkavaðir ella um summarið í hitanum á láglendinum, tá vit í oyðimørkini fingu ólag á motorin og næstan doyðu tostadeyðan, og har vit eisini vórðu álopnir.
Bók mín Meg minnist og ørminnist 2 endaði við fráferð í Eysturlond, ið setti spurningin: „Og hvat man her liggja fyri framman?“
Við hesum var eg rokkin tí, sum eg upprunaliga ætlaði at fara undir, tey árini – 1956-1962 – í Míðeystri, og havi eg her roynt at svara fyrra partin av spurninginum við at greiða frá tíðini í enska ráðgevandi felagnum, John Mowlem & Co., Ltd., ið, sum nevnt í fororðinum, fevndi um árini 1956-57 í tjaldalegu saman við Nigel Smith úr New Zealandi og Robert – Bob – Hind úr Bretlandi, tríggir javnaldrandi, nýklaktir verkfrøðingar burtur í londum á ókendum leiðum.