Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Sámal Soll
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Tatina Goldberg
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-159-0
Útgávudagfesting: 9. september 2015
Síður: 152

Glasbúrið

Sámal Soll

Hann leggur pennin frá sær og strýkur hondina ígjøgnum hárið, tykist at vera spentur ella fjálturstungin. Veruleikin er heldur tann, at hann er íðin eftir at koma í gongd við nakað, sum hevur ligið á láni ov leingi.

Hann fer upp úr stólinum og gongur aftur og fram í køkinum. At enda steðgar hann á og fer eftir onkrum í køliskápinum. 
Hann setur seg við køksborðið aftur. Ølirnar, sum hann tók úr køliskápinum, setur hann á vindeygakarmin við síðuna av sær.

Hann tekur pennin úr aftur stóra, gamla øskubikarinum, sum nú bert verður nýtt til ymiskt borðrusk. Pappírsblokkurin liggur opin á borðinum framman fyri honum.

Fyri trimum tímum síðani fór dóttir tín avstað í skúla. ­Mamma hennara smurdi henni matpakka, og tú kókaði henni havragreyt, soleiðis sum tit plaga. Hon fór til gongu oman til buss­steðgistaðið á Vegnum Langa. Men sannleikin er tann, at hon kom ikki fram til nakað bussskýli, og hon er ikki í skúlanum nú.  Eg havi hana beint her. Tað var ikki serliga trupult at taka hana.  

Vald og harðskapur.  

Hugsa um, hvat tú hevur gjørt.
Prísur
USD 28.61
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Sámal Soll

Virus
USD 28.61

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Upp eftir enda
USD 43.06
Tíðarhylkið
USD 43.06
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Kvøl
USD 21.39
Millum vinir
USD 28.61
Virus
USD 28.61
Í løtuni
USD 28.61