Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Ole Banke
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-204-7
Útgávudagfesting: 26. august 2016
Síður: 220
Pappírsbók

Gandakendu Føroyar (pappírsbók)

Oddfríður M. Rasmussen, Ole Banke
Ole Banke er náttúrumyndamaður. Hann hevur verið í Føroyum 9 ferðir millum 2002 - 2016. Seinastu tríggjar ferðirnar hava verið um veturin.

Sjálvur sigur hann, at Føroyar eru farnar honum í blóðið. "Hetta elalítla land við sínum stórbæru fjøllum, fossandi áum, djúpu firðum og dølum, alt innrammað í eitt endaleyst hav við alsamt skiftandi ljósi fær meg at kikka eftir ondini og gevur mær djúpan sálarfrið."

Í 2001 góvu Ole banke og Oddfríður M. Rasmussen bókina út, teir nevndu "Tað føroyska ljósið".

"Gandakendu Føroyar" er bók sum er sett saman eftir sama hugskoti: inn ímillum myndirnar hugleiðir Oddfríður, dregur eina tulking úr eini mynd ella ger eina viðmerking - í yrkingasniði.

Bókin er á føroyskum, donskum og enskum.

Síggj brot úr bókini

---

Bókin fæst eisini til keyps í Danmark, og ummæli í donsku bløðum síggjast niðanfyri.


Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Oddfríður M. Rasmussen

Føddur í Tórshavn 1969 og er uppvaksin á Sandi. Tvey ár gekk hann í Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur skrivað fleiri yrkingar og stuttsøgur og hevur ritstjórnað skaldskapartíðarritinum Vencili síðan 2006 saman við Arnbjøn Ó. Dalsgarð.

Um høvundin Ole Banke

Er sjálvlærdur myndatakari, sum finnur síni myndevni úti í náttúruni og hevur serligan alsk til landsløg – serliga tey norðurlendsku. Hevur ferðast og ferðast framvegis nógv í Norðurlondum í Noregi, Svøríki, Íslandi og ikki minst í Føroyum, har hann hevur gjørt so manga ferðina.

Gav í 2001 út bókina Tað føroyska ljósið við egnum fotomyndum og teksti, sum Oddfríður Marni Rasm-ussen skrivaði. Hann var ein teirra, ið tók stig til at stovna felagið NaturFotografer í Danmark fyri 20 árum síðan. Frá 1995 til 2009 var hann danskur ritstjóri á viðurkenda svenska tíðarritinum Camera Natura, og frá 2010 hevur hann havt somu uppgávur á væl umtókta norska tíðarritinum Natur & Foto.

Aðrar bøkur Oddfríður M. Rasmussen

Ikki fyrr enn tá
298,00
Úrvalssavn
198,00
OG
148,00
Úrtíð
148,00
Av heilum hjarta
148,00
Oktoberbløð í fallandi sól
128,00

Aðrar bøkur Ole Banke

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
FÉROÉ ÎLES ET HABITANTS
198,00
Svik
348,00
Markið
298,00
Góða systir
298,00
THE FAROES(E)
198,00
Tá ókunnufólk kom á leið - Heimablídni
348,00