Ikki fyrr enn tá
Tey eru eydnurík saman, men sum tíðin gongur, varnast hann, at hon broytir atburð og verður fremmand og øðrvísi. Hon megnar ikki arbeiðsuppgávurnar, og á arbeiðsplássinum eru tey ørkymlað.
Hon verður kannað, og staðfest verður, at hon hevur illkynjaðan knykil í heilanum.
Hvussu livir tú við tí, at kvinnan, tú elskar, hvørvur frá tær í smáum?
Hvussu bert tú teg at, tá ið tann, tú elskar og livir saman við, broytir persónsmensku?
Hon doyr, og umframt sorgina um at missa konuna kemur sjálvseymkanin, sum gevur honum høvi til at drekka sær sorgina burtur. Hann letur ta innibyrgdu rúsdrekkatrongdina bresta, tí nú er eitt høvi, ið øll skilja.
Men ein dag heldur lívið fram í gerandisdegnum, og hvussu fær hann greiðu á lívi sínum tá?
Ber til at koma til sættis við tilveruna, sum nú er grundað á aðrar fortreytir?
Ber til at sættast við sorgina og sleppa víðari í lívinum?