Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jens Pauli Heinesen
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-201-6
Síður: 160

Gamansleikur

Jens Pauli Heinesen

Harrin gav ikki kollutari kúgv horn, at hon skuldi ikki stanga, og betur er at elska dyggan hund enn illan træl, segði hann, – tey tíðindi ganga sum rótasúpan, at Jens hevur lovað at spreingja kong í luftina. Tey siga, at hann hevur keypt sær ein fullan kassa við dynamitt.

Bikarið er fult, rópti Jónas, kongavitjanin er avlýst. Lat meg tosa við Jensin, segði Hanna Malena og fór. Hon fann hann niðri í neystinum. Hann sat friðarligur á einum geisla og riðaði eina skrubbunót.

Er tað satt, Jens, at tú hevur keypt ein kassa við dynamitt ? spurdi konan.

Tað, sum ikki er lygn, er satt, segði Jens.

Hvat skalt tú brúka dynamittið til ?

At spreingja við.

Hvat skalt tú spreingja ? Einki svar.

Hvat skalt tú spreingja, Jens ? Sig tað nú.

Kong.

Vanligur prísur
GBP24.15
Klubbaprísur
GBP19.32
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Jens Pauli Heinesen

(1932-2011)
Vaks upp í Sandavági. Útbúgvin lærari og starvaðist sum lærari til 1970, tá ið hann fór frá fyri at gerast rithøvundur burturav. Í 1968-69, hevði hann orlov og búði í Suðurspania saman við familjuni og fór undir skaldsøguna Frænir eitur ormurin.

Aðrar bøkur Jens Pauli Heinesen

Rekamaðurin
GBP24.15
Á ferð inn í eina óendaliga søgu
GBP30.37
Tú upphavsins heimur
GBP24.15

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Millum vinir
GBP24.15
Virus
GBP24.15
Í løtuni
GBP24.15
Kamprænarin - og 15 aðrar søgur
GBP18.05
Morgunfrúa
GBP24.15
Tær bestu
GBP30.25