Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Katrin Ottarsdóttir
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Hugin Eide
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-214-6
Útgávudagfesting: 21. september 2016
Síður: 184

Aftanáðrenn

Katrin Ottarsdóttir
Søgurnar í hesum savninum eru á sín løgna og sýraða hátt hugfangandi. Innihaldsliga víkja tær frá øllum, sum annars er skrivað á føroyskum.

Mestsum alt tykist sinniskloyvt, øll sambond millum persónarnar eru skeiklað og tvíbýtt, hugkloyvd og perv­erterað og løgin. Júst tað ger søgurnar áhugaverdar. 

Tær løgnu speglingarnar, tað løgna framrákið og tær undarligu loysnirnar fanga hugin. 

Syndarligar lagnur, útskot, horur og onnur ólukkudýr saman við øðrum sálarliga illa sperdum karakterum erta nýfiknið.

Umhvørvið við stórbýum, helst útryðjum, døkkum, skitnum skotum, serligum ljósi og endurtøku av  tok­um, sum bróta seg larmandi inn og út úr myndini, er ikki lýst í okkara bókmentum fyrr.

---

Góðan morgun Føroyar, 22 sep. 2016

- Damubløð eru 100 ferðir óhugnaligari enn mín bók

Nøgd
Prísur
USD 28.61
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

Avlagaðar sálir

Ørkymlandi søgur úr hugans heljardýpi
 
Tittulsøgan leggur út við orðunum: "Hvussu kann eg elska barnið hjá mær, tá mamma mín ikki kann elska meg", og lesarin heldur seg umgangandi vera aftur í sama heimi, sum í yrkingasavninum Eru koparrør í himmiríki.Í fyrstu atløgu er tað at síggja til eisini soleiðis, tí viðurskiftini við mammuna eru vánalig, og tó at pápin akkurát er jarðaður, so er gamla líka ómøgulig sum altíð. Hon rættir ikki dóttrini somikið sum ein lítlafingur, men hartar hana í staðin fyri líkt og ólíkt. Einaferð verður alt hetta dóttrini ovboðið, og hon leggur ein kodda oman á andlitið á mammuni at kvala hana. Men tá kemur tann lítli sonurin brestandi inn í kamarið at vísa nakrar maðkar, hann hevur í funnið. Í einum nýggjum broti leitar hon eftir mammuni, sum hon finnur liggjandi í kistu. Tann vaksni sonurin kemur inn og spyr, um hon hevur gloymt, "at omma er deyð og skuldi liggja heima undir børu í nátt". Kvinnan er í villareiði og spyr, um drongurin ikki var inni hjá ommuni og fekk karamellur kvøldið fyri? Hann sigur, at tað eru minst fimtan ár síðani, at hann læt seg lokka av tílíkum. Kvinnan veit hvørki út ella inn, og tað ger lesarin fyri alt tað heldur ikki.

Í fyrstani er alt, so vónleyst tað enn er, sum tað plagar at vera, men so fara smærri og størri umskiftir fram, eisini tíðarlop, og kvinnan heldur seg líkjast mammuni meira og meira. Ber seg eisini soleiðis at. Um somu tíð veit lesarin ikki, um partur av søguni eru hallucinatiónir, ella um kvinnan hevur grein í síni fatan av hendingunum. Søgan endar við at siga, at eitt skínandi blankt karamellpappír liggur og sløðist á gólvinum, og lesarin spyr, hvaðani tað stavar? Nakað svar fær hann ikki, tí tað er eitt eyðkenni við teimum flestu av hesum søgunum, at tað eru fleiri spurningar enn tað eru svar.

Danska útgávan av "Aftanáðrenn", "I Afrika er der mange søde børn", hevur undirtittulin "northern gothic-noveller", og tað helt eg vera at gera dekan og nógv av. Tann gitnasta "gothic novel" er uttan iva Frankenstein (1818) eftir Mary Shelley, og tann navnframasti høvundurin innan hetta slagi av bókmentum er líka so givið Edgar Allan Poe. Tær fyrstu fýra søgurnar helt eg vera frásagnir um beklað lyndi og hjúnaðarfelagar, ið ikki formáa sær tað stóra. Hóast hesar søgur eisini glímast við vanliga veruleikafatan, so helt eg kanska ikki, at "northern gothic-noveller" var nøkur serliga neyv lýsing. Men so las eg søguna "Við skógvarvatnið" og mátti viðganga, at undirtittulin ikki var tikin úr leysari luft. Søgan er marrukend og endar í eini eksplosión av hatri og harðskapi, men eisini avskeplaðum kærleika. Í søguni eru kanska ongar borgir ella illa farnir harragarðar, bara eini summahús við eitt lítið vatn, men har er tann sami óhugnin og fyrilitarleysi ræðuleiki og pína.

Søgurnar siga, at tú skalt ansa tær, hvørjum tú fært barn við, tí sum systir brúðgómin sigur við hann í søguni "Brúðarvalsur": "Allar kvinnur hava tað ikki í sær, mammuleikan". Fleiri av søgunum eru ein ávaring ímóti at vera bláoygdur í einum tílíkum álvarsmáli. Tað er ikki mark fyri, hvat kann standast av vanlukku, um tú ikki lurtar eftir vandateknum. Kostnaðurin kann gerast øgiligur, ikki minst fyri tað neyðars barni.

Tað er ikki tilskilað, hvar hendingarnar í søgusavninum fara fram, men tað tykist sum tað aloftast er í Danmark, men eisini viðhvørt í Føroyum. Tað er heldur ikki tær geografisku umstøðurnar, sum eru kjarnin, men hvat ið gongur fyri seg í huganum. Tað snýr seg nógv um makt, hvør ið hevur valdið á hvørjum, og at tey, sum ikki duga valdsstríðið, mugu dvína.

Søgurnar eru vælskrivaðar í einum løttum máli, men hugnaligar eru tær ikki. Tú skalt ikki lesa tær fyri børnum, og tær fara helst at loypa ræðslu á ung, sum kundu hugsað sær at fingið børn. Eg vil eisini ráða fólki frá at seta seg einsamøll við bókini eitt myrkt kvøld bara við lesilampuni tendraðari. Eftir stuttari løtu fer dimmið at síga saman um lesaran, og hann fer at fáa kensluna av, at tað verður aldrin ljóst aftur, at hann er endaður í skuggaheimi.

Samanumtikið er "Aftanáðrenn" sett saman av ørkymlandi søgum, har hendingar javnan eru speglvendar, tilveran er merkt av dreymakendum óveruleika, og persónarnir vita ofta ikki, hvat ið er upp ella niður. Savnið er - í positivari merking - eindømi í føroyskum bókmentum.
 
Katrin Ottarsdóttir: Aftanáðrenn. Stuttsøgur. Kápa: Hugin Eide. Sprotin gav út. 180 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970
- Í myrkrinum er alt møguligt møguligt

Soleiðis skrivar Katrin Ottarsdóttir í nýútgvina stuttsøgusavni sínum, og tað er vissuliga í myrkrinum, vit eru stødd, og her ber sanniliga alt til, eisini tvørtur um fysisku lógirnar, sum náttúran hevur tilskilað.

Síðan seinast í 1980árunum hevur Katrin Ottarsdóttir staðið sum ein vegleiðandi betlehemsstjørna á føroyskum filmshimni, men sjálv nýtti hon upprunaliga eina skaldsliga kumpas at finna sína listaligu kós. Tað segði hon í samrøðu til tiltakið Orð og Tónar ímóti endanum av september, har hon eisini las upp úr nýggja stuttsøgusavninum Aftanáðrenn. (Tá varð umrøtt, í hvønn mun verkið er ævisøguligt/autofiktionelt. Tað er eitt nútíðarrák, at rithøvundar vevja saman spuna og veruleika, samstundis sum nýkritiska bókmentagreiningin leggur seg eftir tí tekstimmanentu fatanini - t.e. ein skilnaður av verkinum, sum einans er tengdur at tekstinum sjálvum. Sjálvur meti eg, at allar bókmentir á ein ella annan hátt hava samband við upplivingar ella eygleiðingar hjá høvundinum. Hugflogið má ígjøgnum veruleikans sílu fyri at geva afturljóð í lesaranum.)

Eg hugsi, at kápumyndin kundi bent á eina brotssøgu. Óklárar, reyðar baklyktir speglast á regnváta náttarvegnum. Vit eru í býnum. Um náttina. Býarins løgnu náttarskepilsi eru komin undan kavi. Nú kann alt henda.

Niðast á kápuni stendur bókaheitið, ein úrtøkilig tíðartilsiping, sum hvørki merkir áðrenn ella aftaná, kanska heldur bæði í senn. Í bókini eru stuttsøgurnar byrgdar inni í kolasvørtum blaðsíðum, sum vilja tær ikki vita av hvørjari aðrari. Svarta svertan smittar bókstavliga av á fingrarnar, um tú steðgar á nóg leingi.

Katrin tekur okkum á ferð ígjøgnum myrkar síðugøtur; bæði fysiskt í stórbýnum og í sinnunum á disharmoniskum menniskjum. Hon nýtir eitt livandi, liðiligt mál, og frásagnarstílurin er lokkandi, lumpisligur. Lesarin verður tikin á bóli eins og persónarnir í søgunum, javnan við einum slagi ella bresti. Realistiskar søgur verða uttan ávaring umskapaðar til surrealistiskar, dreymakendar heimar, har tíð og fysiskar lógir ikki longur eru galdandi. Huglagið er ófrættakent, sjálvt tá støðan í grundini er harmonisk. Myrkrið er altíð í nánd, gjósturin hvínur allar tíðir millum reglurnar.

Vit kunnu deila savnið í tríggjar partar. Fyrstu fimm søgurnar hava eitt felags motiv, sum er trýkantsklandrið við tveimum kvennverum, ið kappast um uppmerksemið hjá einum mannfólki, bæði í familju- og parlagshøpi. Tá íkemur sálarligur hernaður og kropsligur ágangur. Kvinnan er gjøgnumgangandi dominerandi, snúin og spilt, meðan maðurin antin er óspiltur, óvitandi ella mestsum katatoniskur. Myrka havið verður regluliga nýtt myndamálsliga fyri dulvitið ella tunglyndi, og hetta undarliga myrkrið niðurbrýtur vónina um eina "vanliga og sunna" borgarliga tilveru. Í miðjuni hava vit tríggjar søgur, sum ikki so væl kunnu samanbólkast, men til felags hava tær ein humoristiskan dám.

Seinastu fimm søgurnar ganga fyri seg í Keypmannahavn og snúgva seg um áðurnevndu náttarskepilsini. Hetta universið leiðir tankarnar á handan filmin hjá Martin Scorsese, After Hours (1985), har høvuðspersónurin knossar seg ígjøgnum alla hugsandi óhumsku eina langa nátt í stórbýnum New York. Tann seinasta stuttsøgan bindur tvær av teimum undanfarnu saman og bendir á, at hetta gongur alt fyri seg sama fullmánakvøld. Náttarverurnar eru fangar í einum vavstri av ástarleiki, manndrápi, einsemi og surrealismu í samfelagsins sprekkum.

Tær 180 síðurnar viðgera disharmoniska orku, og tað kann gerast tungligt hjá lesaranum. Hetta var mín kensla fyrsta partin av savninum, sum eisini kendist tematiskt endurtakandi, men trýstið lætnar í miðjuni.

Høvuðsdygdirnar í savninum eru innlitið í kloyvda menniskjasinnið, sterka fatanin av sálarfrøðiligum sambondum millum menniskju, og hvussu væl høvundurin megnar at byggja hugløgini og frásagnirnar upp og síðan venda teimum á høvdið. Katrin nevndi í útvarpssamrøðu, at okkurt í savninum upprunaliga varð hugsað til film, men hon megnar at miðla søgurnar við orðum. Hetta er skaldskapur, ikki handrit. Sum heild haldi eg tað vera eitt dygdargott savn við nógvum litbrøgdum, sum varpa ljós á nakrar av menniskjans skuggasíðum.

Trygvi Danielsen

Les meira
Les minni
Trygvi Danielsen | 01-01-1970
Aftanáðrenn

Hósdagin 22. september lat multilistakvinnan, Katrin Ottarsdóttir úr hondum nýtt stuttsøgusavn við heitinum, Aftanáðrenn. Helst er hon best kend frá fimslistini, og hevur gjørt filmsverk, ið m.a. umfata stuttfilmar, barnafilmar, filminstallatiónir, stuttsøgu- , dokumentar- og spælifilmar.

Í mun til filmslistina, er Katrin m.a kend fyri verkið Atlantic Rhapsody – 52 myndir úr Havn frá 1989, og filmurin var fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmurin. Síðan framleiddi Katrin m.a. væl eydnaðu dokumentarfilmarnar:

- Sporini vaksa úr orðum um rithøvundan, Jóanes Nielsen, frá 2009
- Ein regla um dagin má vera nokk, um høvundan, listamannin og tónleikaran, Tórodd Poulsen frá 2008 og
- Eingin kann gera tað perfekta, um myndahøggaran, Hans Paula Olsen, eisini frá 2008.

Í 2014 fremleiddi hon spælifilmin Ludo, ið snýr seg um eitt dysfunktionelt heim við mammu, pápa og dóttir, har mamman er álvasliga sálarliga sjúk, og har pápin ikki megnar at traðka í karakter og verja barnið, ið líður undir ótryggleikanum og løgna strukturinum í heiminum.

Í 2012 gav Katrin, ið er abbadóttir navnframa høvundan, Heðin Brú sítt fyrsta yrkingasavn út við heitinum, Eru koparrør í himmiríki, sum hon vann M.A. Jacobsens virðislønina fyri í 2013. Í 2015 kom næsta yrkingasavn hennara, Messa fyri einum filmi, og felags fyri bæði søvnini er at talan er um sama heim, ið er upp á spæl í LUDO: Heimið, fjølskyldan og nú roynir hon seg sum stuttsøguhøvund við stuttsøgusavninum, Aftanáðrenn.

Trettan stuttsøgur eru í savninum, ið telir 180 blaðsíður, og tað er Sprotin, ið gevur út. Longu tá tú lesur heitið, gerst tú sum lesari varugur við, at her er talan um eitt savn, har alt ikki er, sum tað vanliga er, og at veruleikin, ella ímyndin av veruleikanum, vit halda vit kenna, er eitt sindur skeiklað. Í savninum er morð, blóð, parlag og dystopiskar David Lynchutar myndir lagdar oman á hvørja aðra í einum alheimi, ið ikki er í námind av, hvat tú sum lesari heldur er á vási, tá tú byrjar. Heimurin, ið er á tapetinum í hesum savni bjóðar inn til eina ferð gjøgnum kenslur, vit vanliga ikki eru kunnug við í føroyskum bókmentum. Savnið brýtur við sínum minimalistiska, eygleiðandi hátti fullkomiliga burtur frá tí, vit vanliga lesa á føroyskum.

Katrin sigur tó við Kringvarpið í samrøðu við Finnur Koba, at Damubløð eru 100 ferð meir óhugnalig enn hennara stuttsøgusavn, so um tú torir at lesa td. Kvinnu, átti tú at ognað tær nýggja stuttsøgusavnið frá Katrini. – Eini kvinnu, ið ikki er bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, at spæla við genrur og við tað surrella og villa og at taka upp tað, ið kanska er tabu fyri tey flestu – heilaga fjølskyldan, heimið, sálarsjúka og tær kenslur og tey arr, ið standast av einum uppvøkstri í einum heimi, har onki er, sum tað, helst, átti at verið fyri at skapa grundarlag undir einum.

Les meira
Les minni
Sissal Kampmann / kvinna.fo | 01-01-1970

Um høvundin Katrin Ottarsdóttir

Katrin Ottarsdóttir er rithøvundur og filmsleikstjóri.

7 søgur eru sjeynda bókin eftir Katrina Ottarsdóttur. Hon hevur áður givið út tvey yrkingasøvn, tvey stuttsøgusavn og tvær skaldsøgur. Katrin hevur tvær reisur fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens – í 2013 fyri fyrsta yrkingasavn sítt Eru koparrør í himmiríki og aftur í 2023 fyri skaldsøguna Summarið varar ikki alt árið longur. Fleiri av bókaverkunum hjá Katrini eru umsett til onnur mál, eitt nú dansk, íslendskt, enskt, ungarskt og niðurlendskt.

Aðrar bøkur Katrin Ottarsdóttir

7 søgur
USD 43.06
Gentan í verðini
USD 50.28

Aðrar bøkur Stuttsøgur

Søgur úr Latínamerika
USD 43.06
7 søgur
USD 43.06
Upp eftir enda
USD 43.06
Tíðarhylkið
USD 43.06
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Kvøl
USD 21.39
Millum vinir
USD 28.61