Stjørnustundir í skugga
Foreldrini fara frá hvør øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull.
Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum.
Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Har valdar friður og ein einfaldur gerandisdagur.
Húsini bæði eru karmar um ta sálarligu órógv og ta rógv, sum skaldsøgan lýsir.
---
Les eisini greinina: Stjørnustundir í skugga
Ummæli
Gleði á bygd - Tregi í Havn
Fyri tann illa sperda Terja í Stjørnustundir á bygder eydnan alla aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum.
Omman á bygd er stavnhaldið hjá tí ellivu ára gamla Terja, hon er kletturin, sum ikki letur seg vika. At kalla alt annað í lívinum hjá havnardronginum er ein óvissa: foreldrini klandrast uttan íhald, vinmenn svíkja, og onnur børn eyknevna hann. Men omman er altíð tann sama, støðuføst og vitug. Tað speglast eisini í tí, at hon aldrin hevur verið longri heimanífrá enn í grannabygdunum og heldur ikki hevur havt hug til tað.
Bæði foreldrini havi góða útbúgving, og pápin hevur høgt starv innan tað almenna, ímeðan mamman er heimgangandi, tí soleiðis ger mann, um mann hoyrir til tað betra slagið. Maðurin hevur úr at gera, langar arbeiðsdagar og er ofta í útlondum á ferðum. Í Keypmannahavn hevur hann funnið sær ein frillu, og tað hevur konan funnið út av. Síðani tá hava foreldrini skeldast, nærum hvørja løtu tey eru saman. Sonurin Terji og tann yngra systirin, Gunnvør, hava tað ikki stuttligt í teimum stóru húsunum í Havn og leingjast staðiliga út á bygd, har friðurin valdar.
Hjá ommuni verður Terji biðin um at hjálpa til í øllum tí starvi, sum er á einum bóndagarði, og hann er ovurfegin um, at tey vaksnu siga seg hava brúk fyri hansara hjálp. Í Havn heldur hann ikki, at nakar hevur brúk fyri sær, alraminst foreldrini. Á bygd er gott, í Havn beint øvut. Onkursvegna veitir tíðin á bygd honum stirðil at standa ímóti øllum tí, sum leikar á í Havn. Tað eru tungar løtur, tá ið hann aftur er noyddur í skúla.
Terja dámar ómetaliga væl at vera uppi í øllum starvi saman við skyldfólkunum, men tað besta av øllum er at vera á floti. Tá ið hann er blivin tólv ára gamal keypir pápin saman við tveimum vinmonnum eitt fimmmannafar, og hesin báturin gerst ein bjarging hjá Terja. Pápin hevur at kalla aldrin tíð at fara á flot, men tað hevur Terji. Hann lærir at handfara bát og motor, menninir rósa honum, og hann følir seg eydnuríkan. Líkasum á bygd. Hetta til hann kemur aftur at húsum, har tað er sami vána standurin.
Stjørnustundir í skugga er ikki skaldskapur á hægsta stigi, møguliga tí at bókin er merkt av, at útgangsstøði í stóran mun er sjálvsævisøga. Fleiri smærri og størri hendingar og lýsingar standa stundum undarliga leysar av høvuðsrákinum í frásøgnini. Í endurminningum eru tílík brot natúrligar eygleiðingar hjá einum ellivu ára gomlum drongi, ímeðan tær í skaldsøguhøpi krevja eitt slag av grundgeving, av raison d'être.
Skiftini í bókini, einahelst tey smærru, eru heldur ikki altíð líka væleydnaði, og tí knakar tað viðhvørt í samankomingunum. Hendingaferð, einahelst í fyrstuni, hevði eg hartil viðhvørt eitt sindur ilt við at finna út av, hvønn leiklut einstakir persónar høvdu í mun til drongin Terja. Tá ið hetta er sagt, skal tað eisini leggjast aftrat, at skaldsøgan um somu tíð er bæði kenslunemandi og hugnalig at lesa. Ikki sum lyklaskaldsøga - akkurát tað kann í flestu førum vera tað sama - men sum lýsing av einum viðkvæmum drongi, ið kennir seg kroystan.
Sum lesari hevur tú hug at vera umberandi mótvegis lýtum í skaldsøgubygnaðinum. Tú følir við tí illa sperda Terja, og tú vilt fegin vita, hvussu tað fer at gangast honum. Og tað er ikki tað ringasta, tú kanst siga um eina skaldsøgu, at tú hevur hug at lesa hana! Í endanum hendir nakað avgerandi, sum fær meg at vænta, at tað fer at koma ein bók aftrat um Terja og familju hansara. Eg líti fram til at lesa ta komandi bókina.
Edward Fuglø hevur gjørt eina ómetaliga vakra og átuliga kápu, ið ger, at tú fært hug at leggja í vaðið, líkamikið hvat bókin snýr seg um.
Høgni Debes Joensen: Stjørnustundir í skugga. Perma: Edward Fuglø. Sprotin gav út. 228 bls.