Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Helgi Rasmussen
Bólkur/ar: Fakbøkur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Martin Joensen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-210-8
Útgávudagfesting: 21. september 2016
Síður: 220

Finn teg í organisasjónini

Helgi Rasmussen
Henda bók er ætlað teimum, sum royna at skilja tað, sum hendir innan í teimum sjálvum og ímillum fólk, tá ið tey samstarva. Sum vilja skilja fjølbroytnið í mongu løgunum í sosialum skipanum – bæði tá ið ræður um til­vitsku og ótilvitsku.

Atlitini eru so mong, tá ið arbeitt verður við sosialum skipanum, og tað, sum ber ávøkstur, sætt úr einum sjónarhorni, kann vera høpisleyst, sætt úr einum øðrum.

Serliga undranarverd eru evnini, sum skipanir sjálvar hava at finna leið, sum áttu tær íborin evni at bøta seg sjálvar.

Bókin er íblástur til lesarar, sum hava áhuga í felagsskapum, bólkum, leiðslum og einstaklingum og kreftunum, sum stýra teimum.


---


Hoyr Helga í sendingini Credo 20/11/2016

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
NOK 553,35
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Ummæli

Finn teg í organisasjónini

Við bókini "Finn teg í organisatiónini" hevur Helgi Rasmussen, sum rithøvundur, saman við Edvardi Olsen megnað við vælvaldum orðum at lýsa psykodynamiska skipanarástøðið. 

Eftir mínum tykki er bókin góð at lesa, tí málið er so skilligt og sjálvt torgreidd hugtøk eru væl og einfalt forkláraði. 

Hartil er bygnaðurin góður, dømini úr føroyskum og einkultum donskum organisatiónum eru passalig í tali og vavi og so dámdi mær væl, at teoretiska ástøðið verður lýst í formælinum og at teoretikarar tí í so avmarkaðan mun verða tiknir fram í sjálvum tekstinum. 

Seinasti kapitullin, har m.a. ymsu leiðaraeyðkennini verða lýst, var kanska eitt sindur tyngri at lesa og skilja, haldi eg, men tað er kanska ikki so løgið, tí sum rithøvundurin eisini vísur á, er hetta ikki eitt einfalt evni, og sum so skal ein ansa sær at gera tað ov einfalt.

Bókin gevur innlit í tað, sum hendir í og ímillum fólk sum samstarva, og lýsir eitt serligt perspektiv, ið fevnir um bæði tað tilvitaða og ótilvitaða, og sum tekur støði í samfelagið, organisatión og bólki sum socialar skipanir og í einstaklinginum í hesum somu socialu skipanum.

At geva innlit og skapa refleksión er júst málið við bókini og sum vant við konsulentinum Helga Rasmussen, so ger hann, sum hann sigur, og livir harvið eisini upp til sjálvan grundtankan í psykodynamiska skipanarástøðinum. 

Í hesum eru greinsur og at halda hesar umráðandi, tí greinsurnar skapa tryggleika og verja ímóti tí ótta, sum órógvar arbeiðið uppá uppgávuna, sum er sjálvt tilverugrundarlagið hjá organisatiónini.

Bókin er viðkomandi fyri flestøll fólk og ikki bert t.d. lesandi, sálarfrøði-og organisatiónsáhugaði og leiðarar í víðari merking (virkis- og stovnsleiðarar, pedagogar, lærarar, politikarar, prestar, venjarar vfl), tí vit øll so ella so eru partur av bólkum við felagsuppgávum og alsamt gerast partur av dynamikkum, sum kunnu vera torførir at skilja og navigera í. 

Bókin er ein hjálp í hesum, tí hon gevur innlit í, hvussu socialar skipanir virka og eitt nú, hvussu vit varpa kenslur á onnur, sum vit í løtuni ikki rúma. Hetta kann kanska ljóða løgi, men at hava innlit og at tosa opið um tað kensluliga á arbeiðsplássinum er ógvuliga effektivt, um tað verður gjørt við høvuðsuppgávuni í huga. 

Møguleikin at mennast sum samfelag, organisatión og menniskja er betri, um vit viðurkenna tað ósjónliga og ótilvitaða, sum er í og ímillum okkum, tí tað er jú í veruleikanum tað, sum stýrir okkum.

Sjálv sóknaðist eg eftir júst hesi bókini, tá eg miðskeiðis í 1990-unum gjørdi mínar fyrstu royndir sum leiðari og so ofta undraðist á tað, sum gekk fyri seg í organisatiónini. 

Bókin hevði eisini verið hent tær ferðirnar, eg havi samstarvað við ein konsulent um broytingartilgongdir. Felags fyri hesar er, at tað er trupult at siga frammanundan, hvussu starvsfólk og leiðarar megna sínar leiklutir og hvat er best at gera, tá trupulleikar uppstanda. 

Henda bókin er eitt stig á leiðini til at skilja og eg viðmæli serliga at leggja til merkis stóru ávirkanina, ið leiðarin hevur á organisatiónina, bæði tá tað gongur við og ímóti.

Sum Helgi nevndi til bókaútgávuna er eitt væleydnað samstarv millum organisatión og konsulent m.a. tengt at dirvinum og styrkina hjá leiðaranum at lata menningararbeiðið ganga sína gongd og tola tað trýstið, sum tilgongdin leggur á leiðaran. 

Hetta kann ikki sigast ov ofta og vert er at bíta merki í, at eisini konsulenturin er undir stórum trýsti, sum eisini má tolast.

Um eg skuldi ynskt mær nakað øðrvísi í bókini, hevði tað verið at fingið meiri at vita um munin á at arbeiða sum konsulentur í Føroyum og Danmark. 

Eg dugi nevniliga ikki at síggja tað føroyska samfelagið og tess ávirkan á føroysku organisatiónina í dømunum. 

Hava vit t.d. serligar føroyskar problematikkir (vansar ella fyrimunir), sum leiðarin kann hava í huga? 

Og hvussu tá vit skulu velja konsulent? 

Hvat 'fangar' føroyski konsulenturin í føroysku mentanina, har ein útlendingur gerst og stuttur, og hvørjir vansar eru fyri at gerast 'blindur' sum partur av mentanini? 

Ítøkilig dømi um hetta hevði givið lesaranum viðkomandi vitan t.d. í sambandi við val av føroyskum ella útlendskum konsulenti.

Viðvíkjandi kápumyndini haldi eg hana hóska væl til innihaldið í bókini. Tað er ein málningur hjá Martini Joensen í grønum, gulum og bláum litum, sum er blivin til í samráð við høvundan. Hann vísur fólk og bólkar, sum arbeiða og flyta seg. Málningurin er kámur og vísur ikki detaljur sum so. 

Mitt á permuni stendur ein persónur og klórar sær í høvdinum og hetta er eftir mínum tykki sera beinrakið, tí flestøll starvsfólk og leiðarar munnu kenna seg aftur í hesum við í løtum ikki at skilja, hvat gongur fyri seg. Eg veit ikki, hvat málarin hevur hugsað um litirnar, men teir fáa meg at hugsa um Føroyar.

Eg vil at enda ynskja til lukku við útgávuni og takka Helga Rasmussen fyri tað megnar konsulentaarbeiðið, hann hevur gjørt seinastu meiri enn 20 árini. Tað krevur styrki og dirvi at virka sum konsulentur og kann kosta á 'relatiónssíðuni', sum varð nevnt til bókaútgávuna. T.d. við at fólk ikki vilja heilsa, tá man hittist. 

Tað kann vera sárt í so lítlum samfelagi sum okkara, men er ein sannroynd og nakað, ið ein konsulentur og eisini almennir persónar og leiðarar noyðast at liva við. At viga upp ímóti hesum er vónandi takksemi hjá okkum, sum frá honum hava fingið hjálp og stuðul.

Samanumtikið gevi eg bókina "Finn teg í organisatiónini - tankar um tað, sum er í og ímillum okkum " mítt besta viðmæli. 

Hon er serstakliga viðkomandi fyri leiðarar at lesa og hugsa um, men hevur eitt innihald, sum flestøll vaksin fólk kunnu fáa nakað burturúr at lesa, tí hon gevur innlit í sambandið í og ímillum menniskju. 

Annika W. Joensen, cand. Negot og master í organisatiónspsykologi

Les meira
Les minni
Annika W. Joensen | 01-01-1970
Vit hava brúk fyri føroyskum fakbókum

Fyri fyrstu ferð er ein føroysk sálarfrøðibók skrivað frá grundini. Bókin snýr seg um at finna seg í organisasjónini, og er tað Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, sum hevur skrivað bókina. – Talan er um eina refleksjónsbók, har evnið bæði er at kenna seg aftur í bókini og ikki at kenna seg aftur, sigur hann. Bókin hevur verið á veg í tíggju ár.

---

- Eg haldi, at pápi hevði verið stoltur av, hvussu bókin sær út.

Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, situr við borðið í stovuni í nýumvældu húsunum við Eystara Ringveg við rygginum móti Havnini og fríum útsýni niðan undir Svartafoss, dalin niðanfyri og Hoyvík.

Tygara útsendi er stokkin inn á gólvið fyri at fáa eitt eintak av nýggju sálarfrøðibókini, sum júst er útkomin.

Hann situr og blaðar í henni, og hann krógvar ikki, at hann er nøgdur, tá hann hyggur upp og tekur ímóti. Tað er nokk einki at siga til, um hann er errin, tí fyrsta sálarfrøðibókin, sum er givin út á føroyskum tekur seg væl út, har hon liggur.

Hon er væl frágingin, júst sum bøkurnar hjá Sprotanum plaga at vera. Bæði í uppseting og í útsjónd.

Hann situr við bókini í hondini, tá orðini falla.

Tá vit tosaðu saman aðru ferð, fekk hann spurningin, hví hann var farin undir hesa verkætlanina.

Sum útbúgvin sálarfrøðingur kundi hann sum einki bara havt arbeitt víðari við organisasjóns- og vinnulívssálarfrøði, sum er hansara sergrein, uttan at fara at skriva sjálvur. Men bókin hevur verið á veg leingi.

Hví skriva eina bók?

- Kanska vildi eg vísa pápa mínum, sum týddi nógvar bøkur, men sum onga skrivaði sjálvur, at eg dugdi at skriva, sigur Helgi Rasmussen.

Onnur samrøðan okkara millum fór fram í fundarhølinum á skrivstovuni á Dimmalætting, og hann situr øgiliga avslappaður og funderar eitt sindur, tá hann svarar.

- Kanska er tað eisini at vísa, at sjálvt um eg fekk fleiri 6-tøl á universitetinum, so býr meira í mær enn tað. Eg havi arbeitt í fakinum í 20 ár nú og havi hesi seinastu árini havt hug til at festa nakað fakligt á blað, sigur hann. 

Byrjaði á donskum
Helgi Rasmussen hevur tikið sína útbúgving á Århus universiteti.

Tá hann byrjaði, var hann vísur í, at hann skuldi arbeiða sum kliniskur sálarfrøðingur - tað er tann parturin av sálarfrøði, sum skilir og viðger sálarligar trupulleikar hjá einstaklingingum - og tað gjørdi hann eisini eitt tíðarskeið.

Men hann skifti kós, og tá tað hendi, var tað akkurát sum at alt fall uppá pláss. Tað var sum at koma heim.

Hesi seinastu nógvu árini hevur hann burturav arbeitt sum organisasjóns- og vinnulívssálarfrøði, og tað eru royndirnar frá hesum yrki, sum kunnu lesast í nýggju bókini. Tí fyrstu hjá Helga Rasmussen.

Bókin er – sjálvandi – á føroyskum, men byrjanin uppá bókina var donsk. Helgi og konan búðu í Danmark, tá hann byrjaði at skriva, og tí var tað nokkso upplagt, at hann – tá – skrivaði á donskum.

- Men nú bókin kemur út í Føroyum skal hon sjálvandi vera á føroyskum, og tí er tann parturin sum svar skrivaður á donskum týddur til føroyskt. Bókin er eisini lagað til føroysk viðurskifti, tí dømini eru føroysk, greiðir hann frá.

Og so kundi hon eisini verið væl tjykkri, leggur hann smílandi afturat.

- Hon kundi sum einki verið uppá 400 síður, tí har er ríkiligt at taka av. Men eg vildi, at hon skuldi vera so lítið akademisk sum tilber og løtt at lesa, og tí málinum haldi eg at vit hava rokkið, sigur Helgi.

Týdningarmikið við føroyskum bókum
Tá hann sjálvur skal siga tað heldur Helgi, at styrkin við bókini er, at hon er á føroyskum. Ikki soleiðis at skilja, at hon er skrivað á føroyskum, men eisini tað, at dømini í henni eru føroysk.

Tað hevur týdning, heldur hann, tí ein føroysk organisasjón er øðrvísi enn ein donsk ella ein útlendsk organisasjón. Ikki tí, leikararnir og leiklutirnir í organisasjónini eru teir somu, sum allar aðrastaðni, men mátin okkara samfelag er skrúvað saman uppá ger, at vit hava aðrar ”trupulleikar” og aðrar mátar at loysa trupulleikarnar uppá.

- Sosiala systemið í Føroyum er heilt øðrvísi enn tað er í størri londum, og tí skulu ”trupulleikar” her loysast á ein annan hátt enn teir skulu loysast aðrastaðni, sigur Helgi Rasmussen.

Sum dømi nevnir hann rákið uttanlands, har tað hevur stóran týdning at siga alt tað sum skal sigast, alt fyri eitt. So linjurnar eru reinar.

- Hatta ber illa til í Føroyum, tí viðurskiftini her eru so nógv smærri og øðrvísi enn tey eru t.d. í Danmark. Tosar tú ”beint út av posanum” allatíðina í Føroyum, so kann tað fáa avleiðingar fyri títt privata lív, tí tey tú arbeiðir saman við skalt tú mest sannlíkt í føðingardag hjá ella saman við sama dag, greiðir Helgi Rasmussen frá.

Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at tað eftir hansara tykki er neyðugt við føroyskum fakbókum, sum taka støði í føroyskum trupulleikum í føroyska samfelagnum.

- Okkara samfelag er ikki nakað serligt, men tó er tað sett saman á ein annan hátt, sum ger, at vit hava tørv á fakbókum, sum taka støði í okkara egnu trupulleikum, og sum hava loysnir sum taka støði í okkara egnu møguleikum, leggur hann afturat.

Sambært Helga Rasmussen eru vit í løtuni á veg inn í eitt tíðarskeið, har vit spakuliga fáa fleiri og fleiri fakbøkur frá føroyskum fakfólki, sigur hann og nevnir millum annað Óla Samró, sum fyri kortum gav eina bók út um fiskivinnu, og Sjúrð Skaale, sum kemur út við einari bók um føroyskan politikk.

- Vit hava sett hol á eina prosess, har vit viðurkenna, at vit, sjálvt um vit eru smá, eisini kunnu geva fakbøkur út. Vit eru við í fyrstu bylgju av fakfólki, sum sigur at vit kunnu og vilja, men sum eisini sigur, at hetta skal roynast. Á tann hátt eru vit eisini við at flyta okkara samleika sum land, sigur Helgi Rasmussen.

Tygg uppá tað tú lesur
Helgi Rasmussen leggur stóran dent á, at bókin ikki er ein sjálvterapeutisk bók. Í hansara hugaheimi er hon heldur ein reflektiónsbók. Tað snýr seg ikki um, at fólk, tá tey hava lisið bókina skulu siga: ”OK, soleiðis skal eg loysa hendan ella handan trupulleikan”.

- Tað sum endamálið er við henni er, at geva lesarunum nakað at hugsa um. Eg havi arbeitt í hesum fakinum í umleið 20 ár, og havi sæð nógvar teoriir og sannleikar koma og fara. Í bókini greiði eg eitt sindur frá, hvat ein konsulentur er og hvør hansara uppgáva er. Ein konsulentur hevur ikki altíð rætt, og tí er ikki bara ein vinkul uppá tað sum stendur í bókini. Eitt er, hvat eg hugsi, eitt annað er, hvat lesarin sjálvur hugsar, sigur Helgi Rasmussen.

Eftir hansara tykki er uppgávan hjá einum konsulenti ikki at koma buldrandi inn frá vinstru við øllum loysnunum. Ístaðin snýr tað seg um at vera hjá, at lurta, at koma við nøkrum innskotum, sum kunnu seta nakrar prosessir í gongd, og tað er eisini soleiðis hann vónar at bókin verður brúkt.

- Endamálið við bókini er bæði, at lesarin skal kenna seg sjálvan aftur og at hann ikki skal kenna seg aftur. Tygg uppá tað sum tú heldur tú ikki kanst brúka, tí kanska er tað júst tað sum tú skalt fara eftir. Tað, sum tú kennir aftur, er longu uppá pláss, og tí er tað kanska ikki akkurát tann vegin tú skalt hyggja, leggur hann afturat.

Væl nøgdur við avrikið
Nú Helgi Rasmussen hevur latið sína fyrstu bók úr hondum, er hann væl nøgdur við avrikið.

Tað er hann, tí hann hevur rokkið teimum endamálum, sum hann setti, tá hann fór í holt við bókina.

- Eg setti mær fyri at hon skuldi vera so lítið akademiskt sum tilber, og at hon skuldi vera so løtt at lesa, at fólk tíma at lesa hana. Tí er arbeitt nógv við málburðinum í bókini. Eisini er hon øgiliga væl uppsett, við fleiri myndum og modellum, eisini modellum, sum eg sjálvur havi gjørt, og sum eg ikki havi sæð aðrastaðni áður. Og nú eg siti við bókini eri eg sera væl nøgdur við avrikið, sigur Helgi Rasmussen.

Bókin byggir á tað, sum hann hevur lært, síðan hann fyri skjótt nógvum árum síðan sum útbúgvin sálarfrøðingur stemplaði út av universitetinum í Århus, og er hansara íkast til hvussu vit skulu fara fram framyvir.

- Tá tú sum konsulentur kemur inn í eina organisasjón, tá hevur tú í roynd og veru ikki ánilsi av, hvat hendir, tá tú sigur nakað. Hvussu reagera fólk, tá t.d. eg sigi okkurt. Sum konsulentur arbeiði eg við hypotesum, men eg má eisini tora at sleppa teimum fyri at koma víðari, sigur hann.

Tá hann byrjaði við bókini í síni tíð, var ætlanin ein onnur enn hon gjørdist, nú bókin kom út. Upprunaliga var bókin sum áður nevnt á donskum, men nú hon kemur út, er hon á føroyskum. Edvard Olsen hevur týtt danska partin til føroyskt.

- Bókin er heilt øðrvísi enn eg hevði hugsað mær, tá eg byrjaði fyri nógvum árum síðan. Eg var farin undir okkurt, men nógv er vent beinleiðis á høvdi, nú vit eru liðug, og nógv er eisini tikið úr henni. Men nú hon er liðug og komin út eri eg øgiliga væl nøgdur við avrikið, sigur Helgi Rasmussen. 

Les meira
Les minni
Sveinur Tróndarson / dimma.fo | 01-01-1970
Tú kennir teg aftur í tekstinum

Nýggja sálarfrøðibókin hjá Helga Rasmussen er eitt frálíkt amboð til at skilja, hvussu sosialar skipanir og organisasjónir virka. Tey, sum longu arbeiða í slíkum organisasjónum kenna seg heilt vist aftur í onkrum av dømunum í bókini, og tey sum á ein ella annan hátt eru á veg inn í eina organisasjón kunnu leggja ein góðan botn, við at lesa hesa bókina.

---

Sjálvt um vit vita betur, hava vit ofta lyndi til at halda, at Føroyar og føroyingar eru nakað heilt serligt.

Tó eru tað støður, har vit av røttum kunnu siga, at av tí at okkara samfelag er so lítið – og kanska eisini í mangar mátar viðbreki – so eru vit eitt sindur øðrvísi enn onnur.

Eitt av teimum tilfeldunum verður lýst í nýggju bókini hjá Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, ”Finn teg í organisasjónini”. Bókin lýsir hvussu sosialar skipanir og organisasjónir virka, og har kunnu vit av røttum siga, at organisasjónir í smáum londum eru øðrvísi enn organisasjónir í størri londum.

Tí skal farast við teimum á ein annan hátt enn gjørt verður í teimum stóru londunum.

Akkurát tað ger, at nýggja bókin, tann fyrsta sálarfrøðiliga bókin av sínum slag á føroyskum, kann koma sera væl við hjá mongum.


Alt er so øgiliga nær
Eitt arbeiðspláss í einum lítlum landi er rættiliga nógv øðrvísi enn eitt arbeiðspláss í einum stórum landi.

Man kann við ávísum rætti siga, at eitt arbeiðspláss í Havn og kanska eisini í Klaksvík er øðrvísi enn eitt arbeiðspláss í einari av bygdunum kring landið, men sannleikin er tó, at so at siga øll føroysk arbeiðspláss hava tann sama trupulleikan.
Nevniliga, at vit kenna hvønn annan.

Tað hevur við sær, at gerandisdagurin í allar mátar verður øðrvísi, tí har eru onnur atlit at taka enn tey fakligu.

Tað er ein avbjóðing, sum øll, sum eru partur í einari slíkari organisasjón, vera rakt av. Ikki so nógv, tá alt bara gongur sum tað skal, men hvussu gert tú, um – ella tá – tú fært trupulleikar. Kanst tú tá isolera arbeiðið frá øllum øðrum?

Ella mást tú eisini hugsa um, at tað tú gert, kann hava avleiðingar fyri næsta venjingartíma ella næsta føðingardag? 

Føroyski vinkulin
Hesar spurningar viðger nýggja bókin hjá Helga Rasmussen.

Kanska ikki beinleiðis, men hon lýsir tær avbjóðingarnar, sum ein organisasjón hevur við føroyskum dømum.

Í nógvar mátar var tað sera áhugavert at sleppa at lesa eina slíka bók á føroyskum.

Sjálvur havi eg upplivað, tá eg havi lisið útlendskt tilfar av hesum slagnum, at teir møguleikar, sum vera nevndir, kunnu ikki ordiliga brúkast í Føroyum, júst tí okkara samfelag er so lítið. Av somu orsøk eru – flestu – organisasjónir eisini so smáar, at tað ber ikki til bara at fara buldrandi ígjøgnum við hørðum loysnum.

Ger man tað, kann tað hava ógvusligar persónligar avleiðingar, sum røkka langt út yvir arbeiðsplássið, og tað kann vera dýrur kostnaður at gjalda.

Góður inngangsvinkul
Bókin ”Finn teg í organisasjónini” er góð at lesa hjá fólki, sum longu eru partur av einari organisasjón. Ikki bara hjá leiðsluni, men eisini hjá øðrum. Tí við henni kunnu tey gera sær eina mynd av, hví gerandisdagurin hjá akkurát teirra organisasjón er skrúvaður saman, júst sum hann er.

Umframt tað kann bókin eisini vera eitt frálíkt útgangspunkt hjá nýggjum aktørum, sum eru á veg inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Serliga tey, sum ganga í skúla við tí fyri eyga at fara út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Við hesi bókini hava tey eitt amboð, sum kann lýsa fyri teimum, hvat tað er tey koma út til, og hvørjum avbjóðingum tey kunnu møta. Á føroyskum – og um føroysk viðurskifti, men við góðum tilvísingar til teir fakpersónar og teoretikarar, sum hava gjørt Helga Rasmussen til tann sálarfrøðing, sum hann er í dag.

Í heila tikið er talan um eina rættiliga áhugaverda bók, bæði tí hon er føroysk – á føroyskum – og tí hon er bæði væl skrivað og uppsett.

Tað er sum sagt Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, sum hevur skrivað bókina, og hann hevur skrivað ein stóran part av henni á donskum. Tann partin hevur Edvard Olsen umsett til eitt øgiliga lætt og gott føroyskt mál. Tað er Sprotin, sum gevur út, og forlagið hevur eisini staðið fyri umbróting og prentumsiting. Martin Joensen hevur gjørt permumyndina.

Bókin er góðar 200 síður. 

Les meira
Les minni
Sveinur Tróndarson / dimma.fo | 01-01-1970

Um høvundin Helgi Rasmussen

Helgi Rasmussen (1961) er cand. psych. aut. við organisasjóns- og vinnu­lívssálarfrøði sum sergrein. Eigur fyritøkuna HR -Psykologi.

Hevur arbeitt í Habiliterings-­tjen­est­en Kristianssand, Noregi, sum ráðgevi hjá kommunum í sambandi við menniskju, sum bera brek, og arb­eitt á Nørbygård, sum er við­gerð­ar­stovnur fyri alkohol- og evnis­misnýtarar í Hanstholm, Danmark. 

Í 20 ár hevur hann arbeitt við leiðslumenning og organisasjónsmenning. Mill­um samstarvspartnarar hava verið COK, NPR Erhvervspsykologer og Proces.

Bæði á leiðslumenningarskeiðin­um ‘Kommunal ledelse’ og á skeiðinum ‘Professionelt Lederskab’, vóru leiðarar, sum høvdu mong ár á baki. 

Á privata marknaðinum skipaði HR-­Psykologi fyri „Praktisk Leder­træ­ning“ við leiðarum frá  KAB, Radio­meter, Haldor Topsø, Tele Danmark o.ø.

Helgi Rasmussen hevur øll árini arb­eitt í Føroyum við serligum ­denti á organisa­sjóns-, samskiftis- og leiðslumenning serliga í komm­un­alari og almennari um­siting.

Nú arbeiðir hann við at menna org­an­­isasjónir og leiðslur í Før­oy­um, Danmark og Grønlandi.

Aðrar bøkur Helgi Rasmussen

ást
NOK 235,33
eitt
NOK 235,33

Aðrar bøkur Fakbøkur

Brøður í Føroyum
NOK 364,13
Nýggj leiti – 6 greinar um føroyskar barnabøkur 2003-2009
NOK 298,93