Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Alaa Al Aswany
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Egypt
Týðari: Pauli Nielsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-227-6
Útgávudagfesting: 9. februar 2017
Síður: 304

Jákupslon

Alaa Al Aswany

Í 1934 bygdi ein múgvandi armeni, Yacoubian, eina stóra lon miðskeiðis í Kairo. Henda lonin, sum enn stendur, er karmur um skaldsøguna og samstundis ein mynd av egyptiska samfelagnum. 

Har býr og starvast ein litrík fjøld av ymiskum fólki, teirra millum kenslusári konufólkarevurin Zaki Bey, samkyndi blaðstjórin Hatim Rashid og unnusti hansara, framherjandi Hagg Azzam við síni loynikonu, Taha el Shasli, gløggi sonur fátæka duravørðin, sum gerst víðgongdur, Busayna, handilsgentan, ið má tola handilsstjóran, sum er nærgang­andi ímóti henni, tí hon skal breyðføða trý yngri systkin. 

Her er kynslív, átrúnaður, politikkur og pengar, men fyrst av øllum vald og máttloysi.  

---

 

Í sambandi við ensku týðingina skrivar týðarin, Humphrey Davies: 

Jákupslon er til og er á sama stað sum í skaldsøguni. Tað var har, faðir rithøvundans (Abbas al Aswany, sum eisini var kendur rithøvundur) hevði sína skrivstovu, og har hevði Alaa al Aswany sjálvur sína fyrstu tannlækna­stovu. Men ikki alt líkist. Heldur enn at vera „háklassisk í evropeiskum sniði, við svalum, prýddum við grikskum andlitum høgdum í stein“, er lonin eitt sera stásiligt dømi um art deco, uttan feril av svalum. 

Sama er við fólkunum í skaldsøguni. Nógvir egyptar halda seg vita, hvørji tey ymsu fólkini eru „í veruleikanum“, men har eru ikki nógvar beinleiðis lýsingar av ávísum fólkum, heldur eru tey sett saman av ymsum fyrimyndum. Lesarin skal heldur ikki leggja alt ov mikið í, at hendingarnar, sum verða nevndar, verða sagdar at henda undan og undir, at Irak hersetti Kuvait í 1990. Skaldsøgan lýsir Egyptaland nú á døgum. 

Tískil er skeivt at halda, at alt, sum verður nevnt í Jákupslon er nágreini­lig mynd av einum veruleika, sum er lættur at kenna aftur. Heimurin í bókini er rætt og slætt dagsins Egyptaland, men rithøvundurin fær tað at líkjast veruligum sannleika við at nýta eyðkenni frá nógvum ymsum kendum støðum og fólkum og skapa sítt egna burtur úr tí. At hesar sam­ansetingar eru so sannførandi prógvar, hvussu framúrskarandi skaldsøgan er, og helst er tað tí, hon er so væl dámd.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
NOK 394,34
Klubbaprísur
NOK 315,47
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Alaa Al Aswany

Alaa al AswanY er egypti, borin í heim í 1957. Hann er útbúgvin tannlækni við framhaldsútbúgving í Chicago. Hann hevur tannlæknastovu í Kairo og er virkin har tveir dagar um vikuna, mest tí at hann har fær so nógvan íblástur til at skriva.

Við bókini Jákupslon, sum kom út á arabiskum í 2002, gjørdist hann kendur og væl umtóktur rithøvundur í øllum arab­iska heiminum, og eftir at bókin kom út á enskum og fjøld av øðrum málum, tók allur bókmentaheimurin hann til sín.

Í 2003 varð Jákupslon kosin ársins skaldssøga av lurtarunum hjá egyptisku miðeysturrásini. Skaldsøgan er eisini gjørd til film (2006), sum hevur verið væl fagnaður, bæði burturi og heima. 

Aðrar bøkur Alaa Al Aswany

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
NOK 394,34
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
NOK 473,84
Staklutirnir
NOK 473,84
Kærleikin
NOK 473,84
Sára Malena
NOK 553,35
Hjarta mansins
NOK 553,35