Pauli Nielsen
Dánial Pauli Nielsen er føddur í Sandavági í 1943. Fyrsta týdda stuttsøgan stendur í søgusavninum Teresita og aðrar smásøgur, sum læraraskúlanæmingar góvu út í 1966, og aðrar týðingar komu í Glugganum tey næstu árini.
Pauli hevur týtt hópin av føgrum bókmentum og yrkisbókmentum, bæði til børn og vaksin.
Í flestu týðingunum eru barnakor og uppvøkstur ein aðaltáttur, og rithøvundarnir eru úr ymiskum heimspørtum.
Pauli fekk í 1986 Barnabókmentavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri sínar barnabókatýðingar.